Lindin víðkar virksemið

ÚtvarpsstøÐ

 

Nú um dagarnar er eitt ár liðið, síðani útvarpsstøðin Lindin, ið sendir kristiligt tilfar, sendi fyri fyrstu ferð.

Í hesum sambandi skipar útvarpsstøðin fyri tíðindafundi í dag, har fjølmiðlarnir verða bodnir til morgunbreyð og kaffi.

Tey, ið standa aftan fyri útvarpsstøðina Lindina, fara at greiða fjølmiðunum frá virkseminum farna árið, um aktuellu víðkanina í morgin, um nýggjar sendingar og senditíðir og framtíðarætlanum annars.