Lineker hevði rætt

Hóast Turkaland í summar hevur hótt við at umskriva so væl kendu orðini hjá Gary Lineker, so var tað at enda Týskland, sum staðfesti sannleikan í hesum

Fótbóltur

 

»Fótbóltur er eitt spæl, har 22 mans dystast móti hvørjum øðrum, og har týskararnir at enda vinna.«

Men við fantastiskum og nærum ófatuligum endaspurtum móti bæði Kekkia og Kroatia hava turkar hótt við at umskriva orðini til sínu egnu. Og tað gjørdu teir eisini næstan mikukvøldið.

Fortreytirnar vóru annars vónleysar á pappírinum. Skaðar og leikbann høvdu skorið upprunaliga 23 manna stóra hópin niður til 15 mans, men kortini lupu turkar á frá byrjan. Og tað var so ruddiliga uppiborið, tá Boral legði teir framum.

Gleðin var tó stokkut, tí bert fýra minuttir seinni hevði Schweinsteiger javnað leiðsluna. Og tá Klose so kundi leggja Týskland framum eftir mámansmistak frá Rüstü tóktist alt liðugt.

Men teir góvust ikki. Fatih Terim gav seinastu løtuna sínum monnum boð um at fara í treytaleyst álop, og so var Rüstü brádliga ikki einasti málverjin, sum framdi mistøk. Lehmann helt seg annars hava tamarhald á øllum, men hann var ikki vakin, tá Senturk sneiddi bóltinum inn um knælandi málverjan.

2-2 á talvuni. Turkiski parturin av stadion var í ekstasu, og fótbóltsheimurin bíðaði bara eftir enn einum turkiskum undri.

Men tey høvdu gloymt Lineker. Týskarar eru nú einaferð týskarar, og rómurin fekk ein bráðan enda, tá Lahm eftir eitt flott álop kundi sendi bóltin í meskarnar.

Turkaland royndi enn einaferð, og fýra minuttir inni í yvirtíðini høvdu teir fríspark í góðari støðu, men hetta varð sent langt omanfyri, og so var dreymurin fokin.