Týsdagin í næstu viku gevur forlagið Status við Líggjas í Bø út bók um systkini Linga og Mallus á Skálatoftum. - Hesi fólkini kendi eg væl persónliga, og vil fegin siga frá søgu teirra, sigur rithøvundurin.
Linga og Mallus vóru systkin, fødd ávíkavist í 1890 og 1899 á Skálatoftum, sum tá var minsta bygd í Føroyum.
Har vuksu tey upp um 19. aldarskiftið. Familjan foreldur og nevndu tvey børn flutti til Klaksvíkar í 1914, har tey bygdu sær hús á einari trøð norðarlaga á eystursíðuni at kalla í einingi.
Navnið tóku tey við sær, og hendan trøðin hevur síðani havt sama heitið sum bygdin. Linga og Mallus vóru bæði ógift, og tey búðu á hesi nýggju Skálatoftum alla ævi sína. Tað seinna teirra doyði í 1982.
Hetta vóru sermerkt fólk, sum settu føtur í spenni ímóti nýggju tíðini. Alt skuldi vera sum fyrr, og tey fingu sær hvørki ravmagn, telefon ella rennandi vatn ella nakað annað av øll tí nútímans, sum kom fram í 20. øld.
Tey livdu sum á eini miðaldaroyggj beint í nútíðarhavinum. Hon var viðurkend gandakelling og hann íspegil og guðnáðaður hermari.
.
Mynd: Líggjas í Bø við fyrsta eintakinum av nýggju bók síni (Mynd: klaksvik.fo)