Linjan millum veruleika og dreym kámast

Yvir 100 fólk vóru savnaði í SMS í dag at fagna Dánjal Martini Hofgaard, nýklakta heimsmeistaranum í innirógving.

Nakað yvir 100 fólk vóru savnaði í SMS seinnapartin at fagna Dánjal Martini Hofgaard, nýklaktum heimsmeistara í innirógving og restini av føroyska landsliðnum í rógving, ið er afturkomið av heimsmeistarastevnuni í Boston.

 

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í ítróttarmálum, flutti fram røðu og segði seg vera errin av, at føroyingar eiga nakrar úrmælingar á so høgum støði, at teir kunnu fara út í heim at kappast í okkara tjóðarítrótti.

 

Bjarni Hammer, vinmaður og venjingarmakkari hjá heimsmeistaranum, bar eisini Dánjal Martini Hofgaard eina heilsu. Hann hevði tó ikki møguleika at vera til staðar sjálvur og tí las Paula Eikhólm heilsanina fyri hann.

- Tað er at gleðast um, at vit hava ítróttarfólk, ið hava evnini, styrkina og dirvi at umboða Føroyar uttan fyri landoddarnar, segði Bjarni Hammer. 

 

Hann segi, at tað longu tíðliga gjørdist honum og øðrum greitt, at Dánjal Martin Hofgaard hevði egin evni at rógva kapp, og mongu FM-heitini, sum vágbingurin hevur vunnið eru prógv um hetta.

- Dánjal Martin Hofgaard hevur gjørt sínar dreymar til veruleika og markið millum veruleika og dreym kámast, segði Bjarni Hammer.

 

Hann minti á, at hetta er annar føroyski heimsmeistarin, hin fyrri var Sverri Nielsen.

- Hetta vísir, at vit ala góðar rógvarar í Føroyum, segði Bjarni Hammer í heilsan síni til vin sín.

 

At enda fingu allir røðararnir, ið umboðaðu Føroyar í Boston blómutyssi frá róðrarsambandinum.

 

Úrslitini hjá føroysku røðarunum vóru hesi:

Ingibjørg Thomsen, 13. pláss.

Anetta Eidesgaard, 11. pláss.

Toni Dam, 11. pláss.

Jón Nónklett, 7. pláss.

Sarita Hansen, 4. pláss.

Jens Kristian Dam, 4. pláss.

Dánjal Martin Hofgaard, heimsmeistari.

 

Í morgin klokkan 17 skipar Vágs kommuna fyri móttøku fyri Dánjal Martini Hofgaard í VB-húsinum í Vági.