Linligt í Klaksvík

Men tað var eingin ivi um, at heimaliðið var væl betir fyri enn gestirnir úr B71

 



Klaksvíkingar og sandoyingar hava tað til felags, at teir eiga ongar landsliðsspælarar. Tað fellur neyvan í góða jørð innanfyri Klakkin at siga, at klaksvíkingar eiga ongar landsliðsspælarar. Teir har norðuri kenna seg eiga part og lut í Jákupi, Toda, Kurt og Rógva. Men tað er ein veruleiki, at KÍ og B71 hava tað til felags, at tey eru ikki umboðað í landsliðsferðalagnum, sum í hesum døgum er í Russlandi.

Hesin veruleikin gjørdi, at tað bar til at fáa steypadystin, sum orsaka av kava ikki var spældur næstsíðsta sunnudag, frá hondini í fyrradagin. Á stóru rúgvunum kring vøllin sást, at klaksvíkingar høvdu verið óførir at skumpa kava av vøllinum.

Inni á vøllinum var avrikið nóg gott til sannførandi sigur á sandoyingum. Men avrikið boðaði ikki frá, um KÍ fer at vera væl fyri í landskappingini í summar. Ferðin var ikki serliga høg, og tað var sjáldan, at álopini vóru myndað soleiðis, at upplagdir møguleikar fingust burturúr. Trý mál komu í 2. hálvleiki. Tá var tað týðuligt, at sandoyingar vóru farnir at møðast, og at teir fegnir vildu hava eitt mál. Í hvussu so er vóru fleiri yvirtalsstøður til KÍ seinnapartin av seinna umfarinum.

Málini

Miðskeiðis í 1. hálvleiki kom KÍ framum. Ove Nysted var málskjútti. Hann hevur máltev og var á rætta staðnum, tá sandoyarverjan meiri ella minni kiksaði í tí.

Hjalgrím Elttør er ein av ungu monnunum, sum teir í Klaksvík rokna nógv við. Sunnudagin arbeiddi hann nógv, tóktist væl upplagdur og skoraði tvey mál. Hitt fyrra var, tá hann økti til 2?0. Tomislav Sivic og Niclas Niclassen stóðu fyri uppspælinum í vinstru, lagt var út frá, og Hjalgrím var fyrstur á, eftir at Valdemar Nowisci hevði hálvbjargað skotroynd. Hitt seinna var til 4?0. Ta ferðina átti Hjalgrím sjálvur fyrireikingarnar, og skotið kom úr trettan metrum.

Rúni Elttør hevur einki spælt á besta KÍ liðnum. Hann kom nakað út í 2. hálvleik inn á vongverjan í vinstru. Bóltevnini og spælskilið eru eyðsýnd, og kanska var tað fyrstu ella aðru ferð, at hann nart bóltin, tá hann aftanfyri handara stólpan stútaði hornasparksinnlegg úr høgru í kassan.

Eyðsýndir veteranar

Einki er at ivast í, at KÍ fer at vera við í kappingini um pláss í fjórðingsfinaluni í steypakappingini. Men tað sigur ikki so nógv, tí tað verða bara fýra av teimum tólv liðunum í bólkaspælinum sáldað frá, áðrenn tað verður komið til fjórðingsfinalurnar.

Um B71 fer at megna at spæla seg víðari er ivasamt. Hjá Kára Reynheim er tað ein stór avbjóðing at fáa liðið at rigga. Tað eru fleiri nýggir spælarar á liðnum, og teir tykjast ætla sær at royna við flatari verju.

Á liðnum, sum var í Klaksvík, vóru fleiri havnarmenn, enn tað vóru sandoyingar. B71 megnaði so at siga ikki at spæla seg í vandamikla støðu. Eyðsýndasti maðurin hjá teimum var Eli Hentze, sum tóktist hava væl betri spælfatan enn fleiri av liðfeløgunum.

Allan Joensen hjá KÍ tykist eftir drúgvan skaðasteðg av hava vunnið fótbóltsførleikan aftur (nú mugu vit banka uppundir borðið). Hann er kærkomin styrkur á miðvøllinum. Umframt Hjalgrím Elttør var ein annar ungur maður ? Atli Danielsen ? á liðnum. Hann er bólttryggur. Aðrir ungir menn, sum komu á vøllin, vóru Erling Fles g Jóannes L. Jacobsen.


KÍ: Meinhard Joensen ? Atli Danielsen, Jan Andreasen, Niclas Niclassen ? Harley Bertholdsen, Jan Joensen, Allan Joensen, Fríðin Ziskason ? Hjalgrím Elttør, Tomislav Sivic, Ove Nysted

B71: Valdemar Nowisci ? Svenning Hansen, Bernhard Petersen, Jógvan Jón Petersen, Hans Meinhard Midjord ? Bárður Bærentsen, Bergleif Sólsker, Julian Floresco, Bjørn Thorsteinsson ? Eli Hentze, Símun Hansen