Linn bjargað í evstu løtu

Seyðahundurin Linn var so óheppin at detta oman tá hon saman við eigaranum, Eyðstein Jensen, var á fjalli leygardagin. Men skjótt var atborið og Linn bjargað. Eyðstein Jensen er havnarmaður, men røktingarmaður í Junkarshaganum í Nólsoy.

Leygardagin vóru teir á fjalli, og Eyðstein og tveir aðrir menn vóru sunnanvert Skriðuna í Fjarðalíð vestantil á oynni, tá Linn knappliga var burtur.

-Vit høvdu tikið eina ær, ein rættan varg, og Linn fór eftir einum gjólingi, sum gekk niðarliga á eggini ? og knappliga var hann horvin.

Teir varnaðust skótt, at hundurin var endaðu á sjónum. Dottin einar tríggjar metrar niður á eina rók og síðani einar 15 metrar á sjógv.

- Eg ringdi beinanvegin til hin røktingarmannin, sum er nólsoyingur, og hann fekk fatur á Ivan Holm, sum hevur ein rímiliga skjóttgangandi bát. Ivan fekk Bárð Poulsen við sær, og tað gingu ikki meir enn 15 minuttir frá tí vit ringdu, til teir vóru hjá hundinum, sigur Eyðstein Jensen.

Og tað var einki eygablikk ov tíðliga.

- Eyguni vóru púra tóm og hann reageraði als ikki. Men refleks hevði hann kortini, tí tá eg tók í hann og skuldi sifta hann inn í bátin, glepsaði hann í undirarmin, sigur Bárður Poulsen.

Tíbetur høvdu teir ein kalvakrók í bátinum, og við honum fingu teir illa at holdi komna hundin innanborða.

- Tað er púra vist, at høvdu vit ikki verið komnir just tá, so var hundurin farin, sigur Bárður Poulsen.

Eyðstein Jensen kom umborð og teir fóru so á Nólsoy við hundinum.

Bilurin hjá mær stóð á keiini, og tað var so heppið, at Ternan júst legði at, so eg fór beinleiðis til Havnar við Linn og síðani til djóralækna, so hon kom undir køna hond beinanvegin, sigur Eyðstein.