Línumenn leggja aftur út á hav

Streymurin verður góður fyrst í vikuni, men harðnar, sum vikan gongur. Veðurforsagnirnar eru góðar.

- Bara eitt línuskip er til fiskiskap. Tað landar mikudagin og hevur mest av longu og brosmu. Restin av línuflotanum liggur við bryggju, men væntandi fer onkur út í vikuni sum kemur.

 

Tað veit Fiskamarknaður Føroya at siga.

 

Um útlitini til útróður, sigur marknaðurin, at streymurin verður góður fyrst í vikuni, men harðnar, sum vikan gongur. Veðurforsagnirnar eru góðar.

 

- Tí vænta vit nakað av útróðri, og bátarnir fáa eina blanding av toski og hýsu - og onkur roynir eisini við kalvalínu, veit Fiskamarknaður Føroya at siga.