Tað gekk væl at fiska hjá Kambi, tá teir byrjaðu fiskiskap á Flemish Kap á fyrsta túri í ár. Teir fyrstu dagarnar var nógvur fiskur at fáa og Mortan Mortensen, skipari, segði, at tað stóð á at frysta.
Seinni hevur fiskiskapurin verið nógv lakari, og tá in.fo skifti orð við skiparan seinnapartin fríggjadagin, læt hann illa at. Nú var illveður, kalt og nógv minni fiskur at fáa.
Línuskipini, sum eru á Flemish Kap, Kambur, Klakkur og Váðasteinur, høvdu hesar seinastu dagarnar roynt á ymiskum leiðum, men fiskiskapurin hevði verið vánaligur í mun til, hvat línuflotin í fjør og fyrr í ár hevur fingið har yviri.
- Vit hava umleið 140-150 tons av avhøvdaðum og frystum fiski. Kambur tekur umleið 200 tons av frystum, so vit fara at royna í nakrar dagar aftrat. Eg vóni, at versnaði línufiskiskapurin hevur nakað við gýtingina at gera, og vit vóna allir, at fiskur verður aftur at fáa, áðrenn langt um líðir.
Mortan Mortensen segði, at tað er kaldari í veðrinum har yviri í løtuni, og nakað av ísi legst á skipið, men higartil hevur ísur ikki verið nakar serligur trupulleiki.
- Vit hava eisini sæð tvey rímiliga stór ísfjøll, sum eru komin fram við, segði skiparin á Kambi seinnapartin fríggjadagin.