Fyri nøkrum vikum síðan eydnaðist landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at gera 5 ára avtalu við ES og Norra um býtið av makrelinum. Aftaná fleiri samráðingar fingu Føroyar 12,6% av heildarkvotuni, ið er næstan trýfaldan av fyrrverandi strandalandaavtaluni, har Føroyar fingu uml. 5%. Hetta fegnast vit øll sjálvandi almikið um.
Býtið
Landsstýrismaðurin eigur sín stóra leiklut í semjuni, men nú ræður um at býta ríkidømi so rættvíst sum møguligt.
Vit mugu taka atlit til allan flotan. Ikki bara ávísan part, sum klárar seg væl, tí søgan vísir at fiskiskapur gongur upp og niður. Viðhvørt er nógvur botnfiskur, aðrar tíðir minni. Hetta er støðan í dag, har línuflotin er í ringum sjógvi, meðan uppsjóvarflotin hevur lív og góðar dagar. Søgan sigur okkum tó, at hetta kann venda skjótt.
Sum landspolitikari er tað umráðandi at geva allari vinnuni so góðar og tryggar karmar sum møguligt. Ikki einans fáum aktørum. Tí mugu vit bera so í bandi, at línuflotin fær ágóðan av óvanliga stóru nøgdunum av uppsjóvarfiski, um tað so skal gerast neyðugt við beinleiðis stuðli fyri mist rættindi.
Línuskipini fyri stórum vanbýti
Vit hava í ár verið vitni til nógvar avgerðir, sum allar hava til felags, at tær raka føroyska línuflotan meint.
Serliga eru tað reiðaríini, sum hava valt at standa á egnum beinum og royna at klára seg sjálvan uttan at krúpa undir veingjabreiðið hjá stóru reiðaríunum, ið standa fyri hóttafalli.
Í ár hevur landsstýrismaðurin valt, at trolararnir, sum kunnu føða seg við at fiska makrel, sleppa at fiska botnfiskin við Flemmish Cap undan línuflotanum, sum ikki hevur møguleika at fiska makrel.
Línuskipini eru avmarkaði enn meira við Ísland í ár, eftirsum tey fingu álagda brosmukvotu umframt toskakvotuna, og komandi ár verður brosmukvotan hálverað. Hetta fer at gera tað sera torført hjá línuskipunum at fiska kvotuna við Ísland.
Eisini hevur landsstýrismaðurin loyvt norskum línuskipum at fara avstað við longu og brosmu undan Føroyum, sum okkara egnu línuskip hava havt fyri seg sjálvan í nøkur ár.
Alt hetta eru politiskt ásett og forhandlaðar forðingar, ið vit hava vavt um beinini á línumonnum, og sum nú hóttir við at beina fyri teimum. Harumframt er stóri pelagiski stovnurin helst orsøk til, at so lítið av botnfiski hevur verið at fingið undir Føroyum í nøkur ár.
Línuskipini mugu tí verða kompenseraði onkursvegna í ár, tí annars kunnu vit eins væl veittra línuflotanum farvæl.
Vit mugu heldur ikki gloyma vitanina og nógvu førleikarnar, sum línumenn og flakakvinnur hava ment seinastu hundrað árini. Hetta stendur alt fyri hóttafalli. Tað tykist sum alt snýr seg um at hava so fáar hendur, ið arbeiða fisk sum gjørligt, og restin skal so trilla tumlar.
Samfelagsvirðið, ið línuskipini føra til lands, er sera stórt. Umframt at skipini breyðføða 170 mans og teirra familjur, føða tey eisini øll ið virka fiskin á landi.
Vit skulu minnast til, at hetta er ikki vøra ið verður pumpað í land, fryst og koyrd umborð á fraktskip, fyri síðani at verða virðisøkt uttanlands. Hetta eru føroyskar hendur sum virka, og føroyskir kassar ið fáa ágóðan av virkingini.
Áheitan
Tað má ikki henda, at vit av kleyvarskapi og stoltleika spæla fjølbroytt samansetta flota okkara av hondum, fyri síðani bara at hava eitt bein at standa á í fiskivinnuni.
Mín áheitan til landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard er, at línuflotin verður kompenseraður við toskakvotu í Barentshavinum, og barentshavsflotin kann so fáa makrel við Føroyar afturfyri kvotuna, sum hann missir. Henda skipan kann verða tíðaravmarkað, soleiðis at vit til eitt annað ár kunnu skipa fiskiskapin soleiðis, at línuflotin ikki verður fyri vanbýti, sum hann hevur verið í ár.
Harafturat heiti eg á landsstýrismannin, at loyva línuskipunum ein túr á Føroya Banka í part, so línuskipini ið hava áhuga, kunnu breiðka um inntøkugrundarlagið og vit fáa staðfest, hvussu stovnurin á Bankanum er fyri.