Línuskipini trívast væl í Íslandi

Flestu línuskip eru í Íslandi, men ivasamt er, um tey koma heim til Føroyar at landa.

Flestu línuskip eru undir Íslandi, men ivasamt er, um tey koma heim til Føroyar at landa. Nøkur av skipunum, sum royna eftir ísfiski har yviri, hava landað í Íslandi.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey tó tvey línuskip til landing í vikuni sum kemur. Eitt skip fiskar tosk og svartkalva, og eitt fiskar tosk og hýsu.

 

- Tvey onnur línuskip eru eisini úti, sum fáa mest av brosmu og longu, men tey koma neyvan inn at landa í næstu viku.

 

Um útlitini fyri útróðri, sigur Fiskamarknaður Føroya, at streymurin verður ikki av tí besta, men veðrið sær út til at fara at roynast.

 

- So, vónandi verður nakað av útróðri í vikuni, verður lagt aftrat.