Lionel Messi er bestur – enn eina ferð

FIFA: Lionel Messi er fyri triðju ferð valdur til FIFA Best Player

Lionel Messi er í dag valdur til heimsins besta spælara í 2023. Hann vann eisini heiðurin í fjør, tá hann gjørdi Argentina til heimsmeistarar. Tað kemur eitt sindur óvart á, at hann aftur hesa ferð vann, tí tíðarskeiðið inniheldur ikki HM-sigurin, men bara franska meistaraheitið við PSG og ein sigursrøð við Argentinska landsliðnum.

 

FIFA hevur kunngjørt, at hann Lionel Messi og norski Erling B. Haaland, sum vann Premier League, FA Cup og Champions League farna kappingarár við Manchester City, fingu eins nógv stig. Lionel Messi vinnur, tí atkvøðurnar frá liðskiparunum eru avgerandi um tað stendur á jøvnum. Her var bóltsnillingurin langt fremst. Kylian Mbappé bleiv valdur til triðj besta spælara.

 

Tað eru liðskiparar á landsliðunum, landsliðsvenjarar og journalistar sum atkvøða.