Lionel Messi gevst í PSG

Venjarin hjá PSG hevur alment váttað, at Lionel Messi ikki verður partur av hópinum til komandi kappingarár

Venjarin hjá franska oljufelagnum Paris Saint Germain, hevur alment váttað, at Lionel Messi ikki verður partur av hópinum til komandi kappingarár. Hann spælir sín seinasta dyst leygardagin.

 

- Eg havi verið heppin, at verið venjari hjá einum av teimum bestu spælarunum í heiminum, men dysturin leygardagin verður tann seinasti hjá Lionel Messi í PSG, sigur Christophe Galtier.

 

Lionel Messi hevur tvey tey seinastu kappingarárini spælt við PSG, sum hevur keypt fyri nógvar milliardir krónur síðani felagið bleiv keypt av oljustatinum Katar. Tað ikki eydnast at fáa stjørnunar at spæla væl saman og til tíðir hevur kritikkurin av Lionel Messi verið harður.

 

- Eg vóni, at tað verður tikið væl ímóti honum. Hann hevur havt ein týðandi leiklut hetta kappingarárið. Kritikkurin móti honum hevur ikki altíð verið rættvísur, segði Christophe Galtier á tíðindafundi undan dystinum leygardagin.

 

Lionel Messi skifti til PSG á sumari 2021. Sáttmálin við FC Barcelona gekk út og felagið var í so stórum fíggjarligum trupulleikum, at tað ikki bar til at leingja sáttmálan. Nú verður arbeitt við at fáa hann aftur til felagið til ein seinasta dans.