Lions Tindur í gávuhýri

Lionsfelagið í Sandoynni hevur givið tvær gávur til góð endamál í oynni.

 

 

Lions Tindur, sum er lionsfelag í Sandoynni, læt herfyri tvær gávur til góð endamál í Sandoynni. Tað var eisini Lions Tindur, sum fyri tíð síðan gav Virknis-og Umlættingardeplinum á Sandi eitt renniband.

Ítrivslonin í Skopun hevur nú fingið eina sera snøgga bindimaskinu, og Ungmannafelagið Virkið á Sandi hevur fingið eitt nýtt og snotuligt skelti á felagshúsið.

Í Ítrivslonini eru tey sera fegin um bindimaskinuna, sum hóast hon nýliga er komin í húsið, longu hevur verið dúliga brúkt. Í Ítrivslonini í Skopun, sum er fyri alla Sandoynna, verður nógv ymiskt handarbeiði gjørt, og her verður bæði bundið, vevað og seymað.

Í Ungmannafelagnum Virkinum, sum er bygdarhúsið miðskeiðis í Sands bygd, fegnast tey eisini um snøggu gávuna, sum Føroya Prent hevur gjørt. Presidentur í Lions Tindur er Anja Sandoy.

##med2##

##med3##