Svenska sangarinnan, sum framførdi á Gøtusandi í 2004, fer at hava tvær framførslur í Føroyum, nú hon fer á útgávukonsert-ferð. Í tíðindaskrivi í kvøld skrivar Jón Tyril, sum stendur fyri konsertunum, at talan verður um tvær konsertir. Onnur í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 17. oktober klokkan 20 og hin í spildurnýggja mentanarhúsinum, Løkshøll, í Runavík sunnukvøldið 18. oktober eisini klokkan 20.
Lisa Ekdahl er bæðið væl kend og dámd í Føroyum. Løg sum ?Vem vet?, ?Oppna up ditt fønster?, ?Åh Gud?, ?I Tveksamhetens Tid? og onnur av fyrstu fløguni frá 1994 hava verið nógv frammi. Og hóast Lisa spælir løg av spildur nýggju fløguni, sum eisini inniheldur eitt lag saman við Teiti Lassen, so eru heili 9 av løgunum á fyrstu útgávuni við á sett-listanum til konsertirnar.
Konsertferðin hevur verið væl móttikin higartil. Millum annað í Danmark, har Gaffa so seint sum í seinastu viku gav henni 5 stjørnur og kallaði upplivingina fyri ?en fornem aften med fokus på den gode svenske sang?.