Listafólkasamband Føroya ? LISA ? hevur nú skrivstovu í Skansastovu í Djóna í Geilsgøtu 1.
Loksins hevur LISA møguleika fyri at veita limum, myndugleikum og sjálvandi eisini øðrum ta tænastu, vit leingi hava ynskt okkum. Ætlanin er at skrivstovan hjá LISA skal virka sum ein samskiftismiðstøð fyri listafólkafeløgini. Harumframt hava vit eisini møguleika fyri at savna tilfar og upplýsingar á einum stað, soleiðis at tað ber til at venda sær til LISA fyri at frætta nærri um, hvat ið fyriferst á listafólkaøkinum.
LISA er eisini á netinum og á heimasíðuni, sum enn er í gerð, er ætlanin at leggja tilfar út, sum hevur almennan áhuga. Heimasíðan hevur hesa adressuna: www.lisa.fo og teldupostadressan er henda [email protected]
Skrivstovan er opin, soleiðis at støkk-ast kann inn á gólvið hvønn hósdag frá kl. 14.000 til 20.00. Annars er altíð til at koma í samband við LISA um telefonijna og avtala aðra tíð.
LISA er meginfelagið hjá listafólkafeløgunum í Føroyum og skrivarin hevur tað dagliga virksemið hjá LISA um hond. LISA fær stuðul frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum til skrivaran.