Einkjan eftir myrda fyrrverandi svenska forsætisráðharran, Olof Palme, er deyð 87 ára gomul eftir stutta sjúkralegu, skrivar senvska tíðindastovan TT.
Oluf Palme varð skotin til deyðis í Stokkhólmi hin 28. februar í 1986, tá hann og konan Lisbeth høvdu verið í bioagrafi.
Olof Palme hevði givið trygdarvørðunum frí hetta kvøldið, og tey gingu tí tveyeini í miðbýnum í Stokhólmi, tá ein maður brádliga stóð framman fyri teimum og skeyt tey. Olof Palma doyði av løstunum um náttina 1. mars í 1986.
Gátan um morðið á Olof Palme varð ongantíð uppklárað.