Tað er ikki á hvørjum degi, at høvið er at síggja 35 føroysk listarverk og fleiri listarverk úr fjarskotna landinum Pakistan á einum og sama staði.
Hetta sjáldsama høvið verður kortini høvið at síggja í Smiðjuni í Lítluvík hesar komandi dagarnar.
Her framsýna 15 føroysk listarfólk nøkur av verkum sínum sum ein stuðul til ein lærusveinaskúla, sum ætlanin er at gera í Pakistan.
Tvey av fólkunum aftanfyri hesa forvitnisligu framsýningina eru hjúnini Gvøðny og Janus Gunnarsson.
- Eg hevði gingið og hugsað um hetta í eina tíð. Og tá eg so legði ætlanir mínar fram fyri Eli Smith, var hann beinanvegin við uppá tað.
- Men, at vit skuldu fáa so nógv onnur listarfólk aftrat, - ja, tað hevði eg als ikki væntað, sigur ein ovurfegin Janus.
Hann var fyrrapartin í dag fult upptikin við at rigga til, soleiðis at øll hesi mongu og ymisku listarverkini kundu fáa hóskandi pláss í Smiðjuni.
Framsýningin letur upp kl. 15 og verður opin allar dagarnar fram til týsdagin í næstu viku.
Brenna fyri Pakistan
Í løtuni ganga Gvøðny og Janus á Birmingham christian College, har tey lesa gudsfrøði.
Skal nakað sigast um tey, so má tað vera at tey brenna fyri missión at fólkið í Pakistan eisini skal kunna hoyra gleðiboðskapin um Jesus.
Til hetta krevst sjálvandi peningur, og ein part av hesum vænta tey at fáa við søluni av øllum hesum listarverkunum í Smiðjuni.
Tað sum ger framsýningina enn meiri forvitna er, at tað hevur eydnast teimum at fáa fleiri lsitarverk úr Pakistan við. Her verður tí møguleiki at síggja, hvussu listarfólk í hesum asiatiska landinum úttrykkja seg.
Fyrr í ár varð skipað fyri eini stuðulskonsert í Havn við sama endamáli, og kom eisini væl av peningi inn til ætlaða lærusveinaskúlan við hetta høvið.
- Vit umhugsa eisini møguleikan at føroyingar kunnu gerast adoptiv-foreldur fyri onkran av næmingunum á hesum skúlanum, sigur Janus Gunnarsson.
Forfylgd
Í eina tíð hevur kristiligi felagsskapurin Samverkamenn arbeitt við hesi ætlanini um ein lærusveinaskúla í Pakistan.
Tey hava m.a. sæð ein tørv á at geva teimum kristnu pakistanarunum undirvísing í Bíbliuni. Hesi fólkini eru ofta fyri stórum trýsti frá øðrum fólkum í hesum muslimska landinum. Tí er neyðugt at tey eru tilvitað og upplýst um ta kristnu trúnna.
Miðað verður síðani eftir at hesir næmingarnir sjálvir fara víðari út við gleðiboðskapin og tí teir hava lært á lærusveinaskúlanum.
Hinvegin so er ætlanin eisini at geva teimum undirvísing í evnum, sum ikki beinleiðis eru bíbilsk, t.d. fyrstuhjálp.
Ætlanin er at fáa eitt ávíst tal av kvinnum og monnum at koma saman til undirvísing. Í fyrstu syftu verður hetta á ymiskum støðum, men óhugsandi er ikki at ein við tíðini fer at leiga sær eisini hús til hetta endamálið.
15 listarfólk á sama staði
Tað hevur eydnast fyrireikarunum at fáa fatur á 15 ymiskum listarfólkum at stuðla framsýningina.
Hesi 15 listarfólkini eru hesi:
Eli Smith
Kári Svensson
Eyðun av Reyni
Edith Mørkøre
Hedvig Johansdóttir
Ásla Rannvá Svensson
Hermund Zachariassen
Finnleif Mortensen
Sigrun Niclasen
Poul Skarðenni
Ólavur á Váli
Petur Prent
Kristfríð Tyril
Astrid Mouritsen
Tummas Jákup Thomsen