List hjá børnum í Ribarhúsi

Umleið 20 myndir eru komnar upp at hanga

Í samband við at Varmakelduframsýningin verður fimmti ár, eru myndir komnar upp at hanga í Ribarhúsi, sum hava hingið í Gamla skúla í Fuglafirði í mong ár. Hetta eru felags myndir, sum skúlaflokkar hava gjørt.

Tað eru umleið 20 myndir, ið eru komnar upp at hanga og fara tær at hanga alla hesa vikuna. Frá mánadegnum 28. februar til leygardagin 2. mars. – kanska longri. So verður tann næsta myndarøðin hongd upp. Hesar myndir kunnu síggjast, meðan Piddasa handil er opin.

- Tá ið tú hevur undirvíst í myndlist í Fuglafjarðar skúla í ár so mong, vóru hetta sanniliga fragdarløtur saman við børnunum, sum høvdu rík skapandi evni. Hetta kom so væl til sjóndar í tign og sóma -  løtur, sum vóru litríkar, livandi  og seint verða gloymdar, sigur Frits Johannesen, ið skipar fyri.