Listafólk í øðini

33 listafólk hava opið bræv ytil Listasavn Føroya og Mentamálaráðið, tí tey halda eina nýggja listabók ikki siga sonnu søguna um føroyska list Í apríl kom út bókin SEKEL FÆRØSK KUNST I HUNDREDE ÅR. ONE HUNDRED YEARS OF FAROESE ART, og henda bók hevur loypt øði í fleiri listafólk í Føroyum.

?Vit, undirritaðu harmast stórliga um bókina ?SEKEL FÆRØSK KUNST I HUNDREDE ÅR. ONE HUNDRED YEARS OF FAROESE ART?, sum vit halda vera ov subjektiva og ósemjuliga til, at hon kann virka sum tann almenna føroyska listasøgan, ið hon skal eitast at vera. Listaviðgerðin í bókini hevur slagsíðu til fyrimuns fyri nøkur ávís listafólk, men til bága fyri onnur, ið verða lýst úr einum negativum sjónarhorni. Útsagnirnar um Grafiska Verkstað Føroya á síðu 326, har leiðarin á verkstaðnum verður nevndur við navni sum partamaður við tey (ónevndu) listafólkini, ið ikki vildu samstarva við fyrrverandi Listasavnsstjóran, kunnu als ikki góðtakast, ei heldur kunnu vit góðtaka, at listastríðið verður lýst á so partískan og avmarkaðan hátt, sum tað gjørt í bókini við smáum seks reglum. Bókin er á donskum og enskum og kann við einsíðaðu viðgerð síni av føroyskari list verða Steinprenti og føroysku listini til óbøtandi skaða.

Vit vilja fegin hava eina frágreiðing frá nevndini fyri Listasavn Føroya um hvussu tað ber til, at henda bókin er komin út, eyðsýniliga uttan nakra skilagóða ritstjórn. Í øðrum lagi vilja vit vegna Steinprent og tey illa viðfarnu listafólkini hava eina umbering og eitt lyfti um, at bókin ikki verður týdd til føroyskt og givin út við tekstinum í verandi líki?.