Listafólk leggja býarlag undir seg

Í kvøld leggja trý listafólk við ymiskum arbeiðshátti og estetiskum sjónarhorni Müllers Pakkhús og býarlagið har undir seg í eitt bil

Frá í kvøld og 14 dagar fram fara listafólkini Anker Mortensen, Hansina Iversen og Hanni Bjartalíð at leggja Müllers Pakkhús undir seg á framsýning við heitinum ?Býarløg ? ein framsýning í tíð og rúmi?.

Her fara verkini hjá teimum trimum listafólkunum at knýta seg til rúmið fyri at kanna møguleikarnar fyri nýskaptum støðum, nýggjum fyribrigdum og nýggjum formum.

Saman fara verkini í samrøðu við tað múrgirda sosiala rúmið og býin uttanfyri gluggarnar, og tey skulu royna at svara spurninginum: Hvat merkir tað at vera á einum ávísum stað í einum ávísum rúmi til eina ávísa tíð?

Framsýningin letur upp í kvøld Mentanarnáttina 5. juni klokkan 19. Síðani er hon opin hvønn dag millum kl. 14.00 og 17.00 til og við 18. juni.

Framsýningin er liður í 100 ára haldinum hjá Tórshavnar kommunu.