Listaframsýning í Gallarí Jinx

Edith Mørkøre, listakvinna:

Í allan desember mánað hevur Edith Mørkøre listaframsýning í Gallarí Jinx á Áarvegnum í Havn.

Evnini, sum hon hevur mála út frá, eru viðurskifti, sum rørast í tí dagliga lívinum, og tíðini vit liva í í dag.

Fyri at nevna nøkur av heitunum á málningunum sum eru við á framsýningini, so er tað heiti sum: Samanhald, Umsorgan, Umsorgan svíkur, Hugarensl, Ferðin, Lívsløta o.s.fr. Hetta eru alt evnir sum liggja tætt upp at lívinum hjá øllum fólkum á einum ella annan hátt.

Edith er fødd í Tórshavn í 1979, uppvaksin á Argjum og er búsitandi í Hoyvík. Hon hevur frá ungum árum havt áhuga fyri at skapa, tekna og mála, og hevur hon støðugt ment seg. Hon hevur gingið á Háskúla í Rønde har hon hevði sergrein í list. Edith málar á atelierinum á Argjum.

Hon hevur verið við á nógvum ymiskum framsýningum kring landið. Hon hevur millum annað sýnt fram í Smiðjuni í Lítluvík, Ribarhús, Lions Runavík, Lions Tórshavn, Norðoyastevnuframsýningini, Hafnia, Kelduni, Gallarí Jinx, Snarskivuni, Eik, á torginum í SMS, Gallarí Oyggini og Gamla handlinum í Heiðinum.

Komandi ár fer Edith út um landoddarnar við listini, og í apríl skal hon hava eina sjálvstøðuga framsýning í Københavns Kulturcenter.

Í ár hevur Edith eisini framleitt 16 ymisk kort. Kortini eru av myndum av figurum hon hevur tilevnað úr saltdeiggji. Vit fara at síggja meira til hetta í bløðunum og í handlunum kring landið komandi tíðina.