Listaframsýning í Gallerí Ribarhúsi í Fuglafirði

Ung donsk listakvinna letur upp framsýning í Gallerí Ribarhúsi. Framsýningin verður opin fram til 31. desember

Hin 19 ára gamla listakvinnan Kathrina Jeppesen, ið hevur røtur úr Fuglafirði, læt hósdagin 11. desember 2003 upp listaframsýning í Gallerí Ribarhúsi í Fuglafirði. Á framsýningini verða nakrir av nýggjari oljumálningar hennara at síggja. Íblásturin til málningarnar hevur Kathrina úr føroysku náttúruni - landsløg, seyður og áir.
Kathrina Jeppesen, ið er búsitandi í Odder við Århus, hevur áður tikið lut á nøkrum lokalum framsýningum í Danmark. Henda framsýningin er hennara fyrsta sjálvstøðuga framsýningin í Føroyum. Hóskandi var at hava hana júst í Fuglafirði - í heimbýi móðurinnar.
Framsýningin letur upp hósdagin kl. 17.00. Hon verður opin fram til 31. desember 2003.