Listaframsýning í miðbýnum í Havn

Í gjár lat listamaðurin Zakaris Heinesen upp listaframsýning á Torginum í Snarskivuni hjá Tórshavnar býráð.

Snarskivan, ið er avgreiðslan hjá Tórshavnar kommunu, hússt saman við postavgreiðsluni í gamla posthúsbygninginum í miðbýnum. Hugnaliga forhøllin, nevnd Torgið, verður eisini brúkt til listaframsýningar, sum mentamáladeildin skipar fyri. Síðani Snarskivan læt upp, hava skiftandi framsýningar verið á Torginum, har føroysk listafólk hava sýnt fram, og nú er Torgið karmur um eina áhugaverda framsýning hjá Zakaris Heinesen.
Á framsýningini í Snarskivuni eru 13 oljumálningar og 6 akvarellir, ið eru til sølu.
Framsýningin verður hangandi uppi til fyrst í apríl mánaði.
Høvi er at síggja framsýningina, tá ið opið er í Snarskivuni, mánadag ? fríggjadag kl. 9-16, tó hósdag kl. 9-18.