Listaframsýning á Varmakeldu

Frits Johannesen og Øssur Mohr eru millum listarfólkið

Fyri 29. ferð verður listaframsýning á Varmakeldu. Fimleikarhøllin í Fuglafjarðar skúla verður karmur um framsýningina, sum letur upp leygardagin klokkan 15.00.

Í gjárkvøldið skuldu listarfólkini lata verkini inn, og tí vistu fyrireikararnir í gjár ikki at siga, hvussu nógv verk verða við, men vanligt hevur seinnu árini verið, at talið liggur um tey hundrað.

Fyrst og fremst eru tað listarfólk úr Fulgafirði og av Kambsdali, sum stilla út, men vanligt er eisini, at fólk koma aðrastaðni frá, og hesaferð verður ið hvussu so er dugnaligi klaksvíkingurin Hanni J. Bjartalíð við.

Frits Johannesen stillar eisini út, og hann er tann einasti, sum hevur verið við á øllum 29 framsýningunum. Øssur Mohr, sum fyri kortum var við á stórari framsýning í Aalborg, og fekk framúr skoðsmál, er við, og onnur nøvn eru Heðin Kambsdal, Marjun í Lambanum, Ian Øre og Annie Haraldsen.

Vanliga vitjar nógv fólk framsýningina, og nakað verður eisini selt, og tað plagar ikki at hava ávirkan, um FM-róður er á stevnuni ella ikki. Framsýningin letur upp leygardagin klokkan 15.00 og er opin til klokkan 20.00. Sunnudagin er opið í sama tíðarskeiði.