»Listahugtakið«

 

»Listahugtakið« varð til seint í 18. øld. Samstundis birtist eisini mýtan um tað stóra listarliga flogvitið ? tann framúr gávuríka. Í 19. øld og fram til umleið 1925 var listamaðurin ein samfelagsliga høgt mettur maður (sjáldan ein kvinna) sum hitti kongaligar persónar og ferðaðist í borgaraskapsins salónum ? hann var sjálvur mangan ein umhildin borgari, eitt nú Carl Larsson. Listahugtakið vaks fram í salónunum til borgaraskapsins egna gagn til tess at prógva borgaraskapsins vitborna støði. Seinni hava ymsir aðrir áhugabólkar brúkt listina, eitt nú í kollveltingarligum sambandi, til dømis Diego Ribera ella Majakowsky - Hitler helt modernismuna vera entartet o.s.fr.

Fyri stóra meirilutan av menniskjum í vesturlondum hevur listin tó verið nakað, sum hongur á bróstinum til at prýða stovur. Sjálvsagt er list eisini nakað, tú heingir á bróstið ella setur á gólvið ? hon stendur í viðarlundum og prýðir undirgrundarbreytir. List er eisini allar ismurnar ? realisma ? naturalisma ? kubisma ? surrealisma ? ella minimal art o.s.fr. Mong eru sera ivasom framman fyri samansetingum (installatiónum) sum leingi hava havt ræði á framsýningum, til dømis eitt plastrør har viðkomandi listamaður hevur latið í sítt morgunpiss, ið hann hevur spart saman ígjøgnum nakrar mánaðir. Soleiðis er støðan hjá listini í dag. Listin hevur ongan essens ? er einki í sjálvari sær ? list er tað, ið tey ráðandi í listaheiminum avgera. Fyri mín part haldi eg, at hon snýr seg um nakað heilt annað.

Eg haldi, at listin er eitt framhald av skapanini, hon má vera guddómlig ella framvakstrarlig (evolutioner), tó ikki í beinleiðis fýsiskari merking. Heldur má hon gera skapanina sjónliga ? tí fyrst tá ið nakað verður sjónligt, kann tað verða manifest og møguligt at ávísa. Her síggja vit eitt fjall ? her ein skóg og her eitt hav við vøkrum sólsetri! ? Ikki so, men heldur ? her síggja vit gátuna fjallið ? skógin ? havið og sólsetrið. Tann ófatiliga eskistensiella veruleikan at tað finnast fjøll og skógar og høv við sólsetrum í óendaliga mongum avbrigdum og hava so funnist í óendaligar tíðir langt áðrenn menniskjuni fingu medvit og langt undan teirra ovurstóru kunnleikanøgd.

Gátuna (høvundurin nýtir orðið mysterium u.v.) fata vit bara við at hyggja kontemplativt ? hyggja, so vit fáa so mikið sum møguligt av heildini. Her hevur listin sína uppgávu ? eg hugsi tá ikki einans um myndlist uttan eyðvitað um øll sløg av »opinberandi« list ? skaldskap ? tónleik og film o.s.fr. ? Listin setur á stovn ymisk »mál« umframt tað vanliga kenda málið ? mál sum kunnu, ? um ikki greiða gátuna (tað gerst ikki), so ávísa hana úr óendaliga mongum ymiskum sjónarhornum. Listamaðurin kann soleiðis skapa øðrvísi nýggjar mátar at síggja, sum, verða teir móttiknir og brúkandi ? kunnu »broyta« veruleikan ? »nýskapa hann«.

Skapanin er ikki í ævir givin men ein kosmis og tíðarbundin hending, sum menniskjan eigur sín lut í og hevur sera stóra ábyrgd av.

Tað existensiella mysteriið kunnu øll uppliva, sum ikki eru fullkomiliga blindað av radionellari materialismu.

Tað menniskjaliga samfelagið, ið øllum førum tað vesturlendska, hevur tó roynt at verja seg so væl sum gjørligt ímóti teirri irrationellu gátu sum tilveran jú er. Í staðin hava tey dúvað upp á eitt »ikkimysterium«. Fíggjarfrøði og rationella vísindaliga hugsan (postivismu). Alt skal kunna týðast, einki er gátuført.

Listarinnar uppgáva er móti øllum líkindum at opinbera og varðveita tað gátuføra í tilveruni. Møguleikin er har, hvørt nýborið barn er eitt carte blance.


Roj Friberg