Í morgin klokkan 14.00 letur Listaskálin í Tórshavn upp forvitnisliga framsýning. Talan er um 20 verk, ið hin 23 ára gamla Rannvá Kunoy hevur latið úr hondum. Ferniseringin verður longu í dag klokkan 16.00.
Rannvá er búsitandi í London, har hon tekur hægri listaútbúgvin. Hon er júst vorðin bachelor í fagrari list, og fer nú undir víðari lestur við tí fyri eyga at gerast magistari. Skúlin, hon gongur á, er ongin minni enn Kongligi Listaháskúlin í Bretlandi.
Bumbaður við mentan
Eg hevði hug at royna aðra leið, enn hina vanligu, og London er listamiðdepil við lít. Býurin er bumbaður við mentan og list á øllum økjum, og serliga tær framsýningar, eg fari á í London, spenna ógvuliga vítt, sigur unga listakvinnan, ið sum barn búði í Norðurenska býnum, Grimsby, í 3 ár.
Likam og lív viðbrekin
Verk hennara í Listaskálanum spretta øll úr áhuganum fyri mannakroppinum.
Eg havi valt at arbeiða við frumevnunum í mannalikaminum; beinagrindini, kropsvætuni og húðini. Eg havi roynt at skilja tey sundur, og síðani seta tey saman í »diptikon«, ið stóðst av røntgenmynd og ymsu evnunum. Røntgenmyndin er gátufør og djúp; har er ongin byrjan og ongin endi.
Ein stórur partur av okkum er væta, eins og havið kring okkum. Húðin ballar okkum inn, goymir alt ið er innan, og ger tað til eitt loyndarmál. Samstundis er likamið so fjøltáttað og viðbrekið, eins og lívið; og tað er hetta eg ynski at sýna í mínum verkum, sigur Rannvá, og ger vart við, at tað eru myndir úr Føroyum; serliga sjónir úr grindadrápi og fletting, sum hava havt stóra ávirkan á seg.
Takk, øll somul
Í sambandi við framsýningina í Listaskálanum, takkar Rannvá flutningsfelagnum, Eimskipi, ið hevur sponsorerað flutningin, eins og hon við takksemi heilsar einstaklingum og feløgum, ið hava stuðlað sær fíggjarliga.
Túsund takk øll tit, ið hava hjálpt og stuðlað mær seinastu fýra árini, sigur Rannvá, sum við treysti fer undir at læra meira um list í London.
Framsýningin hjá Rannvá í Listaskálanum verður opin til 5. september.