Millum annað fara fleiri skúlar at bjóða foreldrum inn at síggja skapandi arbeiði, sum tey gera. Háskúlin fer eisini at hava framsýning í Námi henda sama mikudag, sum er í viku 11. Framyvir er ætlanin at hesin mikudagur í viku 11 hvørt ár skal gera vart við list í norðurlendska skúlanum.
Endamálið við ListaMelduri er at varpa ljós á verkligu og tónlistarligu lærugreinirnar í fólkaskúlanum, serliga myndlist. Eitt endamál er eisini at lýsa, hvønn týdning hesar lærugreinir hava fyri læring, menning og trivnað, umframt at kveikja og geva íblástur til skapandi virksemi í skúlunum.Næmingar á Háskúlanum bjóða til fernisering kl 13 í dag á Námi. Hedevig Kapnas, bjóðar vælkomin og Bárður Dahl Christiansen, sigur nøkur orð um tað tey visa fram.
Næmingar á Listabreytini hjá Nám X bjóða til fernisering kl 15 í dag niðri í Williamsstovu. Bjarni Djurholm bjóðar vælkomin og Henny Dánialsdóttir, sigur nøkur orð um tað tey vísa fram.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##