Listarframsýning í Smiðjuni

.

Fríggjadagin letur ein listarframsýning upp í smiðjuni. Tað er violinisturin Kanny Sambleben, sum sýnir fram nakrar av teimum mongu myndunum, hann hevur málað tey seinastu árini.

At mála og tekna hevur verið ítriv hansara í nógv ár, men hann hevur ongantíð sýnt nakað fram alment.

Framsýningin letur upp fríggjadagin kl. 16 og er opin til kl. 19.

Klokkan 17 fer Tórshavnar strúkikvartett at spæla tónleik. Hesaferð eitt verk eftir Telemann: Concerto Polacca.

Leygardag og sunnudag er opið kl. 14-19.