Listarlig frásøgn


Ummæli:Don Juan fra Tranhuset er ein øðvísi, spennandi og nýskapandi sjónleikur. Ein blandingur av føroyskum og donskum gevur eitt úrslit, ið skjótt gerst ein uppliving, har allir sansirnir verða tambaðir út


 


Hóast umstøðurnar eru munandi betri nú enn fyrr, so er ein sjónleikur altíð ein forkunnugur biti. Serliga tá leikurin hevur okkurt slag av føroyskum tilknýti.

Leikurin hetta kvøldið hevur so sanniliga eisini føroyskt tilknýti. Rithøvundurin er mestir hin kendasti føroyski rithøvundurin nakrantíð, William Heinesen. Hóast hann er farin av hesi verð, so stendur hansara skaldskapur, eins og hansara list, eftir; væl goymt hjá teimum, sum hava fingið innlit í hansara sjáldsama spennandi heim.

Don Juan fra Tranhuset er ein styttri søga hja William Heinesen, sum útkom í einum stuttsøgusavni í sjeytiárunum. Søgan fer fram í tí gamla føroyska samfelagnum í endanum av 19. øld. Tað er ein skipsbrotið maltesi, sum rekur á land úti í Koltri. Beinanvegin bera fólk tokka til hansara, og áðrenn tú veitst av, er ein longri listarliga fortald frásøgn sett ígongd.

Tað verður eisini lagt fyri við at søgan verður endurgivin. Í sjálvari stuttsøguni verður byrjað við at siga frá um staðið, landið og samfelagið, søgan fer fram í. Um tað var við leiki fyri eyga er ikki gott at vita, men í øllum førum byrjar stuttsøgan við at siga frá um plássið, haðani søgan verður eygleidd. Hetta fyrsta pettið er ikki við í leikinum, men tað gerst kortini greitt, at vit eru í serstakum ævintýr heimi.

Tær tríggjar á pallinum siga frá søguni. Ein frásøgn fortald av trimum kvinnum, sum ikki eru úr samtíð søgunar. Tær tríggjar eru okkara eygu og oyru, og tær skulu siga okkum alt, sum vit, meðan leikurin fer fram, hungra eftir.

Talan er um ein leik, har samanspælið er hornasteinurin. Samanspælið millum leikararnar á pallinum og tónleikaran, men eisini samanspælið millum leikarar og áskoðararnar, tá hetta er ein leikur, har áskoðarin situr við nøsini millum leikararnar.


Tónleikur, pallmynd

Don Juan fra Tranhuset spæla tríggir leikarar. Eisini er ein tónleikari við á pallinum, og hansara partur liggur so avgjørt ikki eftir. Leikararnir spæla allir væl, og serliga í teimum meira dramitisku pørtunum fær leikurin ein heilt sermerktan intensitet.

Tey fýra eru á pallinum allan leikin. Tey fylla pallin sera væl, og tað er kanska eisini her, at tann størsta styrkin hjá leikinum liggur. Pallmyndin verður frálíka væl nýtt til veruliga at seva lív í frásøgnini, tí tað er fyrst og fremst ein frásøgn, sum verður fortald á pallinum.

Pallurin er rímiliga stórur, og tær tríggjar reika runt sum fyri lívinum. Við tónleikinum verður huglagið skapt, og tað er eisini ein sera gjøgnumførd heildarmynd, ið leikarar, tónleikur og pallur skapa. Tað eru ikki tey størstu leiktjøldini sum eru karmar um leikin, men í einum samanspæli millum leikarar, tónleik og ljós verður bygt uppfyri, at tú sum áskoðari kann skapa myndirnar í egnum hugaheimi.

Tónleikurin verður spældur á klaver og sag. Tónleikurin er eitt fragd fyri oyra. Hóast tónleikarin allan leikin situr á pallinum, so er tað ikki hann, ið tú sum áskoðari leggur merki til. Tað er eisini tað, at framførslan fyllur so mikið lítið, sum veruliga setur krøv til leikararnar, men tá tær klára tað somikið væl, verður tað ein fragd fyri allar sansir.


Hitt fremmanda

Leikurin um skipsbrotna Don Juan tekur støðu í nøkrum viðurskiftum, har fleiri eru serføroysk. Frá byrjan av verður tann meira erotiski og kynsligi parturin førdur fram, og hesin parturin fyllur eisini ein munandi stóran part av leikinum. Frásøgnin ber oftani á ein erotiskan og sterkan bógv. Hetta vísir eisini eina styrki hjá leikarunum, og vísa allar fyrimyndarlig evni í støðum. Tað er tó sum um, at leikurin kundi verið eitt sindur sterkari í støðum, tá girndin og tær meira intensu løturnar koma fyri.

Tað er ikki talan um annað enn erotik, og hesin er kanska nakað sjáldsamur, men framvegis vísir tað eisini ein ráleika hjá leikarunum, og leikurin er eisini fyri tað nógv bygdur rundam um hetta. Leikararnir eru allar klæddar í búnum, sum hóska seg til kensluborna og erotiska huglagið. Talan er als ikki um pornografi á nakran hátt, og ein hvør, sum væntar tað, verður inniliga skuffaður. Heldur byggir leikurin á nærliggjandi forteljarakynstur, sum William Heinesen hevur orðað, og tey fýra hava sett nýggjan dám á.

Leikurin, sum er einar 70 minuttir til longdar, hevur hitt fremmanda sum eitt gjøgnumgangandi tema. Alskurin til nýggjar og spennandi upplivingar, eitt innilæst siðbundið føroyskt samfelag eins og reindyrkað greði verða kveikt fram av frammanda gestinum. Hóast leikurin byggir á eitt eldri samfelag, so eru fleiri av evnunum altíð hóskandi.

Hetta er veruliga ein leikur, ið kveikjur lív í gamla kynstri at siga frá. Ein deiliga rá frásøgn og uttan at leikararnir ganga uppá kompromis við seg sjálvi. Ein sera góður sjónleikur