Nýggi málningurin Nornur hjá Edwardi Fuglø, sum prýðir móttøkuhøllina á Landssjúkrahúsinum, smæðist ikki burtur hvørki í stødd ella stíli. Út við sjey metra langi og 1,6 metra høgi málningurin tekur mest sum hølið við sær í rútmuni, sum svanarnir í bakgrundini mana fram. Sjálv myndin er ein frí og modernað, nærum futuristisk tulking av teimum trimum nornunum í norrønu gudalæruni, sett saman sum ein brotmynd í tí eyðkenda figurativa stílinum hjá Edwardi.
Lív- og lagnutráðir
Hugskotið við nornunum kom mest sum beinanvegin, tá Edward hevði fingið hesa uppgávuna. Av tí at málningurin skuldi gerast serstakliga til hetta hølið og sjúkrahúsið, helt Edward frá byrjan tað vera upplagt at leita sær íblástur í einum tema um lívið og deyðan ella lívsins óendaligu ringrás, um tú vilt.
Eitt sjúkrahús er jú bæði myndaliga og ítøkiliga karmurin um lív og deyð. Tí helt eg tað vera hóskandi at brúka tær tríggjar nornirnar Verdana, Urd og Skuld, sum sita undir lívstrænum Yggdrasil og spinna lívs- ella lagnutráðirnir hjá menniskjum. Har frá havi eg so gjørt mína egnu tulking av, hvussu nornurnar ímynda ávikavist fruktbæri, vísdóm og deyðan, sigur Edward.
Og listarliga eyðkennið hjá Edwardi Fuglø letur seg ikki fjala. Nógv av súmbolunum kenna vit aftur frá øðrum av hansara málingum, eitt nú eggið, noðað og vaðsteinurin umframt at reini, figurativi kollagustílurin leiðir tankarnar yvir á eyðkendu Fuglamyndirnar, Edward hevur arbeitt við sum tema seinnu árini. Fuglarnir ganga eisini aftur í Nornur, um enn á ein heldur øðrvísi hátt.
Edward greiðir frá, at av tí at málingurin er so langur, var tað umráðandi at skapa eina rútmu, sum helst eisini skuldi vera eitt framhald av sjálvum rúminum uttan tó at bróta ov nógv frá ímyndini av nornunum.
Tí valdi eg at brúka svanir, sum er ein rættiliga nógv brúkt ævintýrímynd í listini. Rútmuna havi eg roynt at fanga við at lata flokkin koma flúgvandi frá havinum og inn í bygningin og myndina í eini áhaldandi rørslu, sum eitt slag av tigandi tapeti, ið eisini skapar eina bakgrund fyri nornurnar. Tá eg fekk hugskotið til svanirnar, var tað eisini fyri at geva myndini nakað reint og lívsjáttandi yvir sær, men tað var also áðrenn alt hóvastákið um fuglakrím, minnir Edward á.
Alt er i sin vorden
Umframt ævintýr- og mytologisku ímyndirnar, hevur listamaðurin eisini tvinna brot av anatomiskum mikroskopmyndum inn í málningin. Hetta millum annað fyri at skapa enn ein tráð millum lívstráðirnar frá nornunum og fínu tráðirnar, likamið er sett saman av. Meðan hann granskaði læknafrøðiligar bøkur, fyri at finna brúkiligar myndir, varnaðist Edward, at tað eisini finnast framúr hugtakandi myndir av ymsum sjúkueyðkennum. Hesi valdi hann tó við vilja ikki at taka við.
Sjálvandi er orsøkin til, at fólk eru á einum sjúkrahúsi, ofta ein gleðilig og lívsjáttandi hending. Men líka ofta er tað tað øvuta, og tí helt eg ikki, at fólk júst hava brúk fyri at verða mint á sjúkur, tá tey hyggja at málninginum. Samanumtikið er Nornur mest hugsað sum ein søga um, at alt er i sin vorden, sum William Heinesen tekur til. Lívið kemur og ferð eins og fólk koma og fara í móttøkuhøllini á einum sjúkrahúsið og soleiðis eigur tað at vera ..., hugleiðir Edward, sum við síni fríu tulking av nornunum hevur spunnið sín egna listarliga tráð.
Stór avbjóðing
Tað hevur tikið Edwardi á leið tríggjar mánaðir at mála málningin, men hóast hetta var ein bíløgd uppgáva, hevur listamaðurin ikki á nakran hátt kent seg meir bundnan listarliga enn vanligt.
Upprunaliga kom hugskotið at heita á meg um at gera málningin jú frá, at leiðslan á sjúkrahúsinum hevði sæð onkrar myndir, eg havi gjørt fyrr. Tí hevur tað ongantíð verið talan um, at eg skuldi flyta meg inn í eitt annað listarligt univers, sum eg kanska ikki kendi meg heima í. So kundu tey jú líka so gott heitt á onkran annan, sigur Edward, sum ikki dylur yvir, at tað kennist sum ein heiður at sleppa at myndprýða hetta rúmið, sum eftir hansara tykki er fantastiska flott.
Nei, eg havi ikki kent meg bundnan. Heldur hevur hetta verið ein kveikjandi máti at royna at temja seg sjálvan listarliga, samstundis sum eg havi útrykt meg á ein hátt, sum listarliga passar mær best. So hetta er ikki bara størsti málingurini, eg nakrantíð havi málað hetta hevur avgjørt eisini verið ein listarlig avbjóðing av teimum heilt, heilt stóru, sigur Edward Fuglø.