Eftir at fyrst útlendsk rannsóknarlið og síðan ferðafólk løgdu leiðina til Føroya og sum fráleið fóru at geva út bøkur og rit um land okkara – fleiri teirra myndprýdd, tá atstøður til tess góvust við prentgerð – sæst ikki so nógv til Hest sum til aðrar útoyggjar, tó at hon ikki lá óhøgliga fyri.
Í hesum mongu staðfrøðiligu frásagnum ella ferðafrásagnum venda tey skrivandi sær mest móti Mykinesi, Skúvoy og onkrum av Norðoyggjunum. Tað var fuglameingi og bjargarøktin, ið dró.
At tala um Føroyar sum ferðamannaland kunnu vit ikki rættiliga fyrr enn hesi seinastu sløku fjøruti árini eftir at almenn stig vórðu tikin at fáa í lag regluliga millumlandasigling á egnum kjøli – fyrst Strandferðslan, síðan Smyril Line. Samstundis vórðu ferðamøguleikarnir innanoyggja munandi bøttir bæði sjóvegis og landvegis.
Áður vóru tað Skipafelagið við Tjaldrinum og DFDS við sínum ferðaskipum, ið røktu sambandið millum Føroya og útlond. Og um summarið hendi tað seg viðhvørt at fremmand ferðamannaskip – úr Týsklandi t.d. – løgdu at landi.
Og summargestir út í Hest kundu so hissini vera slíkir, ið Sigurd Simonsen á Ferðamannastovuni kom við í bátinum hjá Hans Paula hjá Mortani. Steðgurin var stuttur. Vóru líkindini góð varð farið niðan á oynna. Annars varð ikki tað stóra gjørt burturúr.
Eina palett í rassin...
Í mínum barnaárum var lívið í heimbygdini Hesti ógvuliga fábroytt og friðarligt. Tá havnargerðin í 1965 er undantikin – tá alt kollveltist av gangi frá borimaskinum, kompressarum og dumparum – var alt meira statiskt. Hetta var »livets gang i lidenlund«, sum tikið verður til.
Teir fáu, fremmandu summargestir, ið dvaldu, áttu antin næstingar ella kenningar í bygdini. Tveir teirra minnist eg serstaka væl, Birger Wittrup og Sven-Havsteen-Mikkelsen. Báðir danir.
Tann fyrri gisti á Bringi hjá pápabeiggja mínum Árna og konuni Svanhild; hann hevði sum ungur siglt við donskum verjuskipi her, hevði funnið sær konu av Velbastað, varð síðan duravørður á Amalienborg og búði á ellisárum í Hurup í Norðurjútlandi.
Tann seinni búði á Nýlendi hjá Jóhan og Óluvu og sást javnan til gongu eftir Ovaravegi beint oman fyri barndómsheim mítt við Gróthúsá. Hetta var eingin vanligur maður. Hann var hávaksin og herðabreiður og hevði so nógv undarligt dragsl við sær, hvørja ferð tú sást hann til gongu. Undir hatti, í knæsíðum brókum, longum hosum og góðum gonguskóm við rættiligum traktorbotni, sum vit søgdu.
Hetta var Sven Havsteen-Mikkelsen. Sum barn sá eg hann ofta standa og tekna á Vaktarhústoftini oman fyri gøtuna, ið gekk suður frá Ovaravegi. Onkuntíð eitt sindur niðari, á Garðajørð ella heilt niðri við Kráarhjallar. Hvat gjørdi hann? Børn eru forvitin og vildu sleppa at síggja tað, sum hann gjørdi. Men sá hann fólk nærkast, flutti hann seg beinanvegin úr stað.
Vit fingu at vita, at amboðini hjá honum itu staffeli og palett og okkurt sovorðið. Pensil og blýant kendu vit. Men tú mátti ikki fara ov nær, tí so kundi tú rokna við, at hann smekkaði tær palettina í rassin. Hetta søgdu tey vaksnu, men tað mundi vera við hesum sum við søguni um fjørutrøllið og sjódregilin, ið var søgd børnum fyri at halda teimum sum mest frá sjóvarmálanum. Søgan um palettina varð søgd, tí eingin skuldi gera listarmanninum ónáðir í arbeiði sínum. Hann skuldi hava frið.
At Havsteen-Mikkelsen hevði tilhald á Nýlendi komst av, at eldra dóttirin í húsinum, Dagný, var arbeiðsgenta í Sandagerði. Sverri Dahl og Havsteen kendust væl og her fekst vitjan út í Hest í lag. Og her vórðu vinarbond knýtt fyri lívstíð.
Einaferð varð rikið fram undir, at tað kanska hevði verið vert hjá Havsteen at farið vestur í grannaoynna Koltur og mála og tekna. Hann bar seg undan, tí hann kendi ongan har. Kennskapur og samband við fólk var ein treyt fyri at skapa list. Kortini haldi eg ikki, at tað yvirhøvur rann sera nógv saman millum Havsteen og bygdarfólkið í Hesti. Ikki beinleiðis. Men hann sýndi fólkinum á staðnum virðing og segði tøkk við ítøkiligari gerð, sum eg seinni skal venda aftur til.
Á Nýlendi var hann í góðum hondum. Tað veit eg, tí her í húsinum vóru fólk, sum út um dagsins strev høvdu avlopsmegi til at geva andsvirðum gætur og taka við teimum. Og hinvegin mundi hann vera opin fyri tí, ið tey høvdu at geva, sum eisini frásøgn hansara um árini í Lopra er vitnisburður um.
Faðir hansara Ejnar Mikkelsen var fyristøðumaður á hvalastøðini í Lopra. Unga Sven Havsteen dámdi sera væl at vera hjá, tá teir um náttina í kókarínum kókaðu lýsi úr tvøstinum. Slíkar løtur datt tosið m.a. niður á trúarmál. Hann helt, at teir sumbingar, sum arbeiddu á hvalastøðini, vóru kingokristnir.
Hesar løtur ávirkaðu Havsteen nógv, tí hóast hersknan royk av lýsi og guano, var hetta tann besta kirkjan, hann hevði gingið í.
Til fjals og fjøru
Nevnt er, at Hestur ikki í stóran mun hevði fingið innivist í myndabókum, ið fremmandagestir góvu út eftir vitjan í Føroyum. Hetta glopp fylti Havsteen-Mikkelsen við listarverkum sínum – bæði við málningum, kritmyndum og hópatals strikumyndum. Og hann er við listarligu strokum sínum staddur bæði til fjals og fjøru.
Havi mangan litið at einum steinprenti av Hests bygd. Listarmaðurin er staddur sunnan fyri bygdina og lítir beint á galvarnar á uttastu húsunum. Myndin hevur eina heilt serliga dýpd við atliti til landslagið handan bygdina, ið kennist so undarliga nær, og frástøðan millum uttasta húsið og tey heimanfyri er at kalla eingin; kundu fyri tað staðið síð um síð í beinari røð. Havi tí mangan hugsað, hvar Havsteen hevur verið staddur, tá hann hevur strikað húsini upp. Við at líta at einum hjalli fremst kann hann hava flutt seg bæði oman- og niðaneftir og suður- og norðureftir alt í einum. Í mínum eygum er hetta Bakkahjallurin, men av tí, at har er so nógv annað ímillum, ber hetta ikki til. Heldur er talan um ein av Kráarhjøllunum (tann hjá Jóan Kristjani). Og nú passar myndin betur.
Í skrivandi løtu havi eg framman fyri mær eitt steinprent, har myndevnið er Norðuri í Geil, við Fløtugarði og fjósinum og hoyggjhúsinum hjá Gamla Hans Jakku fyri endan. Geilin her vekir minni og eg kann ikki annað enn smáflenna, tá eg hugsi um, hvussu stuttliga, tey gomlu viðhvørt kundu málbera seg.
Hetta er í hoyna og neytini eru komin oman av oynni í undirhagan at ganga. Tey eru nú Norðuri í Geil og við portrið á Kirkjujørð stendur Ella á Stykki við dyllu. Hon skal til neyta, men torir ikki norður um portrið, tí millum kýrnar er tarvurin. At hann er í sínum ringa lagi er skilligt, tí hann bæði ýlir og grópar. Í gerðinum oman fyri geilina – á einum stykki nakað suður frá Myllánni – stendur Sjúrður norðan fyri Garð og rakar. Hann vendir sær nakrar ferðir á og hyggur oman á vegin, har Ella stendur. So letur í honum: »Ella, hvørjum stendur tú har og bínir eftir?« »Tað er tarvurin,« sigur hon. »Hvat feilar honum?« spyr Sjúrður. »Hann brølar, hann brølar,« sigur Ella. »Bannað veri, skal hann floyta,« sigur Sjúrður og tveitir rívuna frá sær og fer norður í geilina at reka tarvin burtur. Og nú kundi Ella fara at mjólka.
Sjúrður ræddist ikki tarv. Tað var heldur øvugt.
Náttúran í kirkjuni
Saman við soni sínum, arkitektinum Alan Havsteen-Mikkelsen, var Sven Havsteen-Mikkelsen ráðgevari hjá kirkjuráðum og myndugleikum her annars, tá kirkjur skuldu málast innan og litir veljast. Teimum var boð eftir, tá kirkjan í Hesti í 1982 skuldi málast.
Gingið varð frá vanligu litunum í yngru hválvkirkjunum – ljósablá bróst og dimmblátt hválv og eikilittir beinkir og prædikustólur. Kirkjan í Hesti fekk nú grønar beinkir og grønan prædikustól, ljós, gráblá bróst og gult hválv. Listar upp við vindeygunum vórðu hvítir. Hurðarnar innan grønar við bronsu í speglskeringunum.
Við hesum nýggju litunum kendist kirkjan í Hesti meira flógv. Havi onkuntíð hoyrt prest siga, at hann á prædikustólinum stóð og kulsaði, tí hann kendi seg standa undir einum frostklárum vetrarhimli í kirkjum við hesum bláu hválvunum; ja, í summum vóru enntá stjørnur skornar. Men her í Hesti hevði Havsteen-Mikkelsen nú valt summarlitir.
Hugskotið at geva hválvinum gulan og beinkjunum grønan lit segði Havsteen seg hava fingið eitt summarkvøld í sólsetri uppi á Hestoynni. Himmalin bar eldgulan sólarroða og sjógvurin djúpan, blágrønan lit.
Ein tøkk fyri mong góð ár
Kirkjulist er Sven Havsteen-Mikkelsen kendur fyri, bæði altartalvur og onnur meira monumental verk úr bronsu ella øðrum metalli.
Í 1996 fekk Hests kirkja nýggja altartalvu, sum Havsteen-Mikkelsen málaði. Myndevnið er Jesusbarnið í fjósinum í Betlehem. Men tulkað kann onnur høvuðshending í kristnu læru okkara lesast úr myndini. Sperrurnar í fjósinum umskarast so at tær mynda krossar, og kann myndin soleiðis leggjast út sum vitnisburður um krossfestingina á Golgata. Og upp úr krubbuni stendur skærur ljómi, ið minnir okkum á uppreisnina páskamorgun.
Henda nýggja altartalvan varð sett í rammuna á teirri gomlu, sum myndaði Fjallataluna og nú varð flutt oman í kirkjuna.
Nýggju altartalvuna gav Havsteen-Mikkelsen kirkjufólkinum í Hesti sum »tøkk fyri góð minni frá hesari bygd, tey mongu ár, mær untist at vitja higar,« sum hann sjálvur málbar seg.
Umframt altartalvuna í Hesti hevur Havsteen-Mikkelsen málað altartalvuna í Húsavík og í Hoyvík.
Hin víðfarni norðurheimur
Útbúgving sína sum listarmaður fekk Sven Havsteen-Mikkelsen frá so mætum listarmonnum sum Fritz Syberg, Johannes Larsen, Oluf Høst og Elof Riseby á Listaháskúlanum í Oslo.
Tvær ferðir hevur Havsteen-Mikkelsen havt listaframsýningar í Føroyum – í Listaskálanum í Havn 1972 og 1983. Tann seinna var liður í eini norðurlendskari ferðaframsýning.
Havsteen-Mikkelsen verður roknaður sum listarmaðurin undir Leiðarstjørnuni, ið norðbúgvar nýttu sum leiðvísara um rætta ætt á sínum ferðum um høv. Tí tað er í mesta mun norðurleiðirnar, hann lýsir í listarverkum sínum. Frá eldi og ísi til blíðar fløtur – frá kargari oyðimørk til blómandi lundir og búnar akrar. Sunnudagin 16. september eru liðin hundrað ár síðan føðing hansara.
Hann var knýttur at mongum støðum í Norðurlondum. Tað síðsta varð Ærøskøbing á Ærø. Mong ár búði Havsteen-Mikkelsen í Tåsinge, so listasøvnini á Fjóni hava serstaka orsøk til at varpa ljós á hundrað ára merkisdagin fyri føðing hansara. Part av ungdómsárum sínum búði hann í Lopra, har faðir hansara Ejnar Mikkelsen, sum nevnt, stóð fyri hvalastøðini. Bondini til Føroya slitnaðu ongantíð, og úr hesum jørðildi spratt týðandi partur av listarliga avriki hansara.
Havsteen-Mikkelsen mundi sum Goethe halda:
Willst du den Dichter richtig verstehen, must du im Dichters Lande gehen.
(Vilt tú skilja skaldið til fulnar, mást tú dvølja í landi skaldsins.)
Fáur kendi norrøna heimin so væl sum Havsteen-Mikkelsen. Henda heimin, ið hevur sum eyðkenni tað fjølbroytta og ymiskliga. Hetta kom serstakliga til sjóndar, tá hann fekk litið í hendi við træskurðarmyndum at skrýða bókina »Orm og Tyr« eftir Martin A. Hansen, ið lýsir norrøna heimin alt frá steinøld fram í kristna siðmenning. Úr hesum víðfarna heimi kendi listarmaðurin seg runnan. Og tað gjørdist lívsverk hansara at lýsa hann.
Tað verður ov drúgført at reksa upp stakverk – um tey kunnu vit lesa í ævisøgum um Havsteen-Mikkelsen og í listfrøðiligum verkum annars. Eg fari tó til endans at nevna eitt, og tað er kanska størsta avbjóðing hansara sum listarmaður: »Setur Eiriks Reyða«.
Í 1970 varð avdúkað bronsurelieff, gjørt úr 21 ymiskum smáum og stórum skepnum, felt í klett í Brøttulíð (Qagssiarssuk) í Grønlandi til minnis um Eirik Reyða og setur hansara har um ár 1000. Bronsan er nú eirað og stendur grøn móti reyða klettinum. Smábørn klúgva í relieffinum, sum sýnir skipsstavn, reiðrarmann, ørn á flogi og hjúnini Eirik og Tjóðhild, ið vórðu jarðað her undir klettinum.
Sven Havsteen-Mikkelsen, ið var giftur Pamelu (Pam) Montgomerie úr Skotlandi, andaðist mettur av døgum 14. februar 1999.
- - -
Viðvendingur og endurnýggjari
Sven Havsteen-Mikkelsen var málari, grafikari og kirkjulistarmaður. Naturalistur ella abstraktur? Hann var so egin og lívsverk hansara so sermerkt, at ilt er at seta hann í bás saman við øðrum. Stevna hansara gekk heldur tvørturímóti tí, sum var uppi og ráðandi í samtíðini. Ímóti hesari ógvisligu flóðini av skepnuleysari, abstraktari list, neoekspressionismu, amerikanskum popp-kynstri, collage-máling og alskyns listablendingarsniðum. Sonevndu samfelagsviðkomandi sannroyndarlistina dró hann heldur ongantíð ar sær – myndir úr okkara tíð, merktar av vaksandi býarbúseting og ferðslu, framlopnari tøkni og politiskari øsing.
Alt, Havsteen-Mikkelsen royndi, var at halda og endurnýggja myndina av tí, ið var undan okkum – av teim lívstreytum, vit ikki skaptu sjálvi. Hann hevur sýnt okkum myndir av náttúruni og frumskepnum hennara og av mannahugsflogsins viðføddu brøgdum, sum geva seg til sjóndar í søgum og søgnum, í undirgangs- og uppreisnarsjónum. Hann er ein viðvendingur og endurnýggjari, ið gjørdi sáttmála sín við hitt upprunaliga fyri lívsins skuld. Tað lív, sum er latið okkum til umsorgan – ella til glatan.
— Ole Wivel: »Det oprindelige«. Um list Sven Havsteen-Mikkelsens