12. mai letur Listasavn Føroya upp aftur, so nú ber til at uppliva Várframsýningina. Í ár eru 30 ár síðani fyrstu Várframsýningina, og hetta verður hátíðarhildið við eini stórari framsýning við fleiri enn 100 listaverkum eftir meira enn 50 listafólkum.
Felagið Føroysk Myndlistafólk skipar fyri tí afturvendandi framsýningini, sum á hvørjum vári sýnir fram tað besta av føroyskari list.
Várframsýningin 2020 er býtt í tríggjar partar. Fyrsti parturin er afturlítandi við verkum frá trimum teimum fyrstu Várframsýningunum.
Annar parturin er listaverk eftir limunum í Føroysk Myndlistafólk, og triði parturin er útvald listaverk, sum ársins nevnd hevur valt.
Á svalanum í Listaskálanum er eitt stórt úrval av listaverkum frá Várframsýningunum í 1990, 1991 og 1992.
Eitt tekstilverk, sum hongur úr loftinum, bjóðar gestunum vælkomnum á ársins Várframsýning: “Úr søguni” eftir Astrid Andreasen er sett saman av bundnum ermum, sum eru bundnar saman til eitt langt band. Listaverkið er úr tógvi frá Tøting, gamla ullvirkinum í Syðrugøtu og varð sýnt fram á fyrstu Várframsýningini í 1990. Tá ognaði Listasavn Føroya sær verkið, og síðani hevur tað verið ein týdningarmikil partur av savninum. Tað viðger bæði lívsins gongd og listaliga menning.
Millum listaverkini á svalanum kanst tú uppliva verk, sum eru gjørd úr hondgjørdum pappíri og plantum og listaverk prentað á avíspappír. Í framsýningarskápunum eru úrklipp úr tíðindabløðum og skráir frá fyrstu framsýningunum.
Í næsta partinum kanst tú uppliva listaverk hjá limunum í felagnum Føroysk Myndlistafólk.
Listafólkini eru bjóðað av í ár á tann hátt, at listaverkini ikki máttu vera størri enn 1x1 metur. Millum mongu verkini kanst tú uppliva toykollagur, videolist, standmyndir úr viði, grafisk prent og málningar.
##med2##
Luttakarar
Á sensureraða partinum av Várframsýningini luttaka: Alda Mohr Eyðunardóttir, Annette Ilfeldt, Astrid Macdonald, Bjørk Ellindsdóttir Frýdal, Bjørn Simonsen, Brandur Patursson, Durita Dam, Ellis K. Mortensen, Gwenael Akira Helmsdal Carré, Heidi Petersen, Heiðrikur á Heygum, Helga Djurhuus, Ingunn Danielsen, Laura Gunnváardóttir, Lisa Hendriksdóttir, Marianna Egholm, Pernille Mejslov, Rakel Helmsdal, Rikke Sørensen, Silja Eystberg og Siw Mary Thomsen.
Limir í Felagnum Føroysk Myndlistafólk, sum hava sent verk inn til ársins framsýning eru: Anna Kathrina Højgaard, Annika A. Gregoriussen, Ann-Mari Dam, Astrid Andreasen, Astri Luihn, Ásla Rannvá Svensson, Bárður Dahl Christiansen, Birgit Kirke, Elin Josefina Smith, Eli Smith, Eyðun av Reyni, Finleif Mortensen, Hansina Iversen, Jana Jonhardsdóttir, Jóhan Martin Christiansen, Jóna Rasmussen, Jórunn Dánialsdóttir, Ludvík á Brekku, Nicolina Højgaard, Ole Wich, Rannvá Mortensen, Sigrun Gunnarsdóttir, Tove Askham og Øssur Mohr.
Á afturlítandi partinum eru listaverk eftir: Guðrið Poulsen, Zacharias Heinesen, Torbjørn Olsen, Ingálvur av Reyni, Olivur við Neyst, Ingi Joensen, Eyðun av Reyni, Astrid Andreasen, Astri Luihn, Aase Bømler Olsen, Jóna Rasmussen, Sigrun Gunnarsdóttir, Súsan í Jákupsstovu, Arnold Vegghamar, Ole Wich, Tróndur Patursson og Janus Kamban.
Várframsýningin kann upplivast til og við 2. hvítusunnudag.