Listasavnið á havinum

Framsýning við listarverkum, har sigling og havið eru í miðdeplinum, letur í dag upp á Listasavni Føroya. Trý donsk listarfólk sýna fram fotomyndir, standmyndir og málningar

Í dag letur ein framsýning um sigling og havið upp á Listasavni Føroya. Framsýningin kallast Maritim Kontekst, og tað eru trý donsk listarfólk, sum sýna fram listarverk av ymsum slagi.
Framsýningin umfatar verk eftir listafólkini Bjørn Kromann-Andersen, Marianne Thingholm og Ralf Mabillon. Verkini eru fotomyndir, standmyndir og málningar, og øll verkini hava havið og sigling sum íblástur.
Marianne Thingholm roynir seg við løttum nýmótans segldúki úr dacron og við fotomyndum av skipsmyndum, og harumframt er hon upptikin av tí skapi, sum skipsskrokkurin hevur, sum hann sæst í landi.
Ralf Mabillon er hugtikin av sjónum, sum gevur og tekur lív, og í hansara málningum hómast eisini gomul sjókort, himmal og hav.
Í standmyndunum hjá Bjørn Kromann-Andersen verður sipað til skip, togverk, stevnismyndir og skipsprýði.

Havið var týðandi íblástur
Fyri umleið tveimum ættarliðum síðan vóru havið og sigling í nógv størri mun keldur til íblástur hjá donskum listafólkum, enn tey eru í dag, og tað gjørdi tað sama, um um tey arbeiddu við orðum, tónleiki, myndum ella standmyndum.
Sigling á okkara døgum fer fram umborð á skipum, sum fyri tað mesta eru bygd í fremmandum londum, og siglt verður sjáldan í danskar havnir. Hóast nógvar havnir í Danmark nú liggja tómar, og siglingin er alt verri at fáa eyga á, so ber vøksturin av frítíðarhúsum við sjógvin, stuttleikafør og tað at havnirnar verða umlagdar til stuttleikabátahavnir við marglætishúsum ella skrivstovubygningum boð um, at havið og siglingarumhvørvið framvegis hugtekur nógv fólk.

Føroyingar og havið
Í Føroyum er støðan ein onnur, enn hon er í Danmark. Føroyingar liva framvegis nógv nærri havinum, og tað sæst eisini aftur í listini hjá nógvum týðandi føroyskum listarfólkum.
Longu tíðliga í myndlistini arbeiddu listamenn sum Christen Holm Isaksen og Jógvan Waagstein við sjólívinum sum myndevni. Mikines legði lunnar undir fatanina av, at havið var fylt av sál og ímyndum, og seinni, sum til dømis hjá Jack Kampmann, verður havnin brúkt sum miðil til at lýsa tað modernaða lívið og estetikkina í modernaða ídnaðinum.
Havið og lívið á havnalagnum, hvørt tey verða tulkað lýriskt ella dramatiskt, eru framvegis megintemu hjá listafólkunum Ingálvi av Reyni, Eyðun av Reyni, Jónu Rasmussen, Torbjørn Olsen og Olivur við Neyst.
Listasavn Føroya sigur, at tað tí er ein stór gleði fyri savnið at vera karmur um framsýningina Maritim Kontekst, og við henni vísa eitt nýtt perspektiv á ta list, sum arbeiðir við havinum og havnini.
Framsýningin Maritim Kontekst letur upp fríggjadagin 1. apríl kl. 17.00 og er opin til 1. mai.