Á lítlari samkomu leygardagin, handaði Articon Sofusi Olsen lidna Listasavnið á Sandi. Fyritøkan fór undir arbeiðið at byggja Listasavnið í august mánaða í ár, og fyri góðari viku síðan stóð savnið liðugt.
Familja og vinir hjá Sofusi umframt borgarstjóran á Sandi vóru savnaði á samkomuni í morgun, og øll tyktust samd um, at hetta er eini frálík hús. Savnið stendur væl til gomlu grannahúsini, ið eru barndómsheimið hjá Sofusi Olsen.
Sofus Olsen hevur arbeitt við hesið ætlanini seinastu fimm árini. Arkitekturin J.P. Gregoriussen hevur tekna savnið og Articon hevur tikið sær av allari byggingini. Bæði Sofus Olsen og J.P. Gregoriussen vóru væl nøgdir við arbeiðið hjá Articon.
Á samkomuni segði Jón Danielsen frá Articon, at hann var glaður fyri at sleppa at luttaka í einin tílíkari verkætlan, sum bæði var forkunnug og stuttligt.
Á savninum fara myndir, ið Sofus hevur keypt yvir nærum 50 ár, at hanga. Húsini hava nógvar metrar av útstillingarveggi so pláss skuldi verið fyri teimum nógvu málningunum av listarfólki sum Ingálvi av Reyni, Samuel Joensen Mikines, Poul Horsdal, Elinborg Lützen, Jack Kampmann og Frimod Joensen bert fyri at nevna nøkur fá av teimum mongu. Savnið hevur uppiborðið at verða sýnt fram í góðum karmum, og teir karmarnir veita nýggju húsini.
Sofus hevur sjálvur allan kostnaðin fyri byggingina av húsinum, hetta er ein upphædd millum hálva aðru og tvær millíonir.
Sands kommuna hevur játtað at rinda helvtina av mvgnum, og Mentamálaráðið hevur, um rúm verður fyri tí á fíggjarætlanini fyri 2006, játtað at rinda hina helvtina.
Borgarstjórin á Sandi Páll á Reynatúgvu takkaði Sofusi fyri hesa ósjálvsøknu gerð, og helt at hetta var ein stór gáva og gleði fyri bygdaráðið á Sandi, sandoyingar og fyri allar føroyingar.
Enn er ikki avgjørt, nær savnið letur upp.