Listaskálin endavendur

Listaskálin hevur endavent føstu framsýningini í framsýningarhølunum. Ein av broytingunum er at fyrsta pýramidan, sum framyvir verður nýtt til skiftandi framsýningar hjá einstøkum listafólki. Tróndur Patursson verður tann fyrsti, ið fær innivest her

Nýggi listfrøðingurin í Listasavni Føroya, Ingeborg Bugge, hevur endavent føstu framsýningini í Listaskálanum. Ætlanin við nýggju uppheingingini er bæði at koma teimum fagurfrøðiligu krøvunum á møti, og samstundis at leggja upp til at tematisera listina, eitt nú kenslubornar kvinnumyndir sigur Listasavn Føroya í tíðindaskrivi.

Elsta listin er at finna við inngongdina, og teljast verk eftir Díðriki av Skarvanesi, Niels Kruse, Jógvan Waagstein og onnur millum hesi. Síðan koma fleiri andlitsmyndir eftir Sámal Joensen-Mikines í fyrru gongini til høgru, ið førir til ta somuleiðis nýggju uppheingingina av grafikki og tóvirki, eldri sum yngri.

Í seinnu gongini til høgru eru fotomyndir – ein higartil eitt sindur undirmett tøkni – eftir Annie Heinesen og Inga Joensen at síggja, umframt tvey pappírsklipp eftir William Heinesen. Í glasstovuni út móti viðarlundini sæst tann ungi stílurin hjá Beintu av Reyni. Montrurnar eru fluttar burtur, fyri at rúmini og verkini skulu fáa meiri luft og ljós. Í klivunum omaneftir eru einstakar broytingar gjørdar. Millum annað eru verkini, sum hingu á galvunum, tikin niður fyri at vísa betri atlit at arkitekturinum. Eisini montrurnar her eru fluttar burtur. Triðja pýramidan við verkum eftir Ingálv av Reyni er enn óbroytt, men Mikines-verkini eru hongd upp av nýggjum á grámálaðar veggir í aðru pýramidu.

Samstundis fer Listaskálin undir nýggjan tátt. Fyrsta pýramidan í savninum skal eftir ætlan nýtast til skiftandi framsýningar hjá einstøkum listafólki. Tann fyrsti, ið fær heiðurin at fylla fyrstu pýramiduna, verður Tróndur Patursson, listamaður. Hann verður umboðaður við bæði eldri og yngri verkum í eini roynd at lýsa list hansara og reyða tráðin, sum er tilknýti hansara til náttúruromantisku siðvenjuna hjá Caspar David Friedrich.