Listaskálin fyllir runt

Komandi sunnudag verður 40 ára hátíðarhald í Listaskálanum. Hátíðarhaldið byrjar klokkan 16, og á skránni eru røður og eitt 52-manna kór, sum eisini telur 16 tónleikarar.

Av skránni framgongur, at Martin Næs, Malan Marnersdóttir, Helena Dam á Neystabø og Heðin Mortensen fara at flyta fram røðu, og at tónleikur hjá Williami Heinesen eisini verður at hoyra.

Eisini framførir Havnarkórið Listaskálakantatuna, sum varð skrivað av Karsteni Hoydal í 1970. Tónleikurin eftir William Heinesen er bygdur á gomul føroysk løg: ?Harra Gud títt dýra navn og æra?, ?Blundi, blundi tirla? og ?Ljómur? . Tónleikin skrivaði Karl Clausen eftir hugskotum og skitsum hjá Williami Heinesen. Solistar til framførsluna er Ernst Dalsgarð og Berghild Poulsen.