Listatúrur í Sandoynni

Leygardagin 21. juni verður skipað fyri Listatúri í Sandoynni Teistin fer av Gomlurætt kl. 10.30. Túrurin byrjar á kaiini í Skopun kl 11. Súsanna í Jákupsstovu verður ferðaleiðari. Farið verður við bussi úr Skopun og runt til hinar bygdirnar í oynni, har nógv spennandi er at síggja.

Fyrst verður farið til Minnisvarðan í Skopun, síðani verður farið til Sands har eitt nú Listasavnið og kirkjan verða vitjað.

Eftir tað verður farið til Skarvanesar, har Poul Jákup Thomsen borðreiðir við kaffi og heimabakstri og sigur frá Díðrikki á Skarvanesi.

Aftaná gongur leiðin til Skálavíkar og Húsavíkar, har nógv forvitnisligt er at síggja og hoyra, og síðani verður vitjað í Dali.

Tá liðugt er eystanfyri verður farið til Skopunar aftur. Teistin siglir kl. 16.30.

Tað er Sandoyar Kunningarstova, sum skipar fyri túrinum.