Leygardagin 21. juni er ætlanin at skipa fyri einum listatúri í Sandoynni. Túrurin byrjar á kaiini í Skopun (myndin) kl. 11. Súsanna í Jákupsstovu verður ferðaleiðari Farið verður við bussi úr Skopun og runt til hinar bygdirnar í oynni, har nógv spennandi er at síggja. Fyrst verður farið til minnisvarðan í Skopun, síðani til Sands har m.a. Listasavnið og kirkjan verða vitjað. Eftir tað verður farið til Skarvanesar, har Poul Jákup Thomsen borðreiðir við kaffi og heimabakstri og sigur frá Díðrikki á Skarvanesi. Aftaná gongur leiðin til Skálavíkar og Húsavíkar, har nógv forvitnisligt er at síggja og hoyra, og síðani verður vitjað í Dali. Tilmelding er neyðug, og kann hon gerast á Sandoyar Kunningarstovu á tel. 361836 ella tpost [email protected]. Pláss er í mesta lagi fyri 20 fólkum, og verður túrurin bert gjørdur um 14 fólk boða frá luttøku.