Listaverkætlan: ein tekning um dagin í eitt ár

Listamaðurin Jan Nystrøm úr Klaksvík hevur sett sær fyri at tekna eina tekning um dagin hvønn dag í 2018. Á facebook vanga síðnum bjóðar hann vinum og kenninum at fylgja við og at vitja bloggin.

 

 

Tey, sum kenna Jan vita, at hann er sjáldan sæst uttan kúlupennin og skitsublokkin, og har í finnur tú tekningar merktar av minimalismu og ekspressionismu.

 

 

– Mær dámar væl at breiðka meg og haldi meg ikki innan ávísa listagrein. Eg tekni við kúlupenni og skitsi við ymiskum øðrum eisini, greiðir Jan Nýstrøm frá.

 

 

 – Eg havi roynt at mála, men kenni meg heima við penni í hond – eg havi betri tamarhald yvir eini strikuni sum pennurin gevur enn teim túsund, sum penslurin gevur, sigur hann.

 

 

Hann greiðir frá, at kenslan hann hevur við penninum altíð hevur verið betri enn við penslinum og hann er varugur við at hetta er sjálsamt.

 

 

– Tekning er undirmett í Føroyum í mun til at málningalist. Eg havi stóra virðing fyri listamálarum í Føroyum, sum hava gjørt nógv fyri samfelagið, men eg leingist eftir at síggja meir til pennin, sigur hann álvarsamur.

 

 

Myndirnar kunnu síggjast á blogginum jandrawsaday.blogspot.com