Listin bókførd

MYNDLIST - Vit kunnu siga, at føroysk listafólk eru konservativ av lyndi, sum føroyingar kanska eru yvirhøvur. Men hetta nýtist ikki at vera av tí illa. Hetta er ein spurningur um hugburð, ikki um góðsku, sigur Bárður Jákupsson, nú forlagið Sprotin gevur út stórbæru bókina »Myndlist í Føroyum«. - Meðan mótar og nýggir trendar støðugt stinga seg upp og hvørva aftur, arbeiða føroysk listafólk eftir sínum høvdi

 

Birgir Kruse

Tillukku við bókini. Hví eina føroyska myndlistasøgu?

Takk fyri tað. Søgan um føroyska myndlist er ongantíð skrivað, og eg haldi tørv vera á henni. Eg eri ikki søgumaður og ikki kønur í søguvísindum, men áhugin fyri søgu er sera stórur. Í 16 ár starvaðist eg á Føroya Fornminnissavni og ritstjornaði tíðarritinum Mondli, skrivaði eisini mangar greinir í blaðnum, so eg kann siga, at eg havi fingist við søguligt tilfar í mong ár.

Hvat hevur verið grundsjónarmiðið?

Grundsjónarmiðið er, at listasøgan er ein táttur ímillum aðrar í Føroya søgu. Myndlistin kemur til Føroya um aldamótið sum landslagslist. Í sambandi við, at tjóðskaparrørslan vakti ein nýggjan, áður ókendan, ans fyri føðilandinum og landslagnum, gjørdist landslagið um hetta mundið listarligt tema og myndevni. Fyrst i skaldskapi ? fosturlandssongunum, men er tað nøkur listagrein, ið kann lýsa náttúruna, landslagið, so er tað eyðvitað myndlistin.

Hvussu hevur tú savnað tilfarið?

Eg havi í mong ár skrivað ein hóp av greinum um føroyska myndlist og um listafólk ? til bøkur og tíðarrit, myndaskráir, antologiir, leksika o.a. Eg skrivaði eisini bøkurnar um Mikines og Tummas Arge. Í tí sambandi havi eg funnið fram upplýsingar av ymsum slag. Tað var náttúrligt, at hugsanin kom fram um at savna alt hetta tilfar saman í eina heild. Eg vil siga, at hendan bókin partvís er ein samanskriving av tekstum, eg havi gjørt ígjøgnum árini. Men sjálvsagt er tað mesta nýskrivað júst til hesa bókina.

Ert tú sjálvur við í bókini?

Ja, men tann partin hevur listaummælarin Peter Michael Hornung skrivað eftir áheitan frá forleggjaranum Erik Fey á danska forlagnum Atlantia. Tað var hann, Erik Fey, sum heitti á meg í 1998 at skriva eina føroyska listasøgu. Nú er hon so veruleiki og takka verið Jonhardi Mikkelsen á Sprotanum, og tí megnararbeiði, hann hevur gjørt, hava vit nú eisini eina føroyska útgávu.

At endurgeva myndlist á rættan hátt á prenti, er trupult. Hvussu hevur tú loyst tað? Og hvussu hevur tað eydnast?

At endurgeva myndlist á prenti er altíð trupult. Men prentsmiðjan Jelling Bogtrykkeri er gitin fyri at gera sera góðar listabøkur. Góðskan er so góð, sum hon kann vera. Sum fleiri helst vita var tað har, Palli Gregoriussen prentaði sínar bøkur um føroyskar kirkjur, og mín bók um Tummas Arge varð eisini prentað har. Eg varð heilt ovfarin, tá ið eg sá, hvussu góðar litmyndirnar vórðu í teirri bókini ? tær kunnu ikki gerast betur. Tað er sostatt ígjøgnum Palla, eg fann hesa sera góðu prentsmiðju. Eg var sjálvur á prentsmiðjuni í fjúrtan dagar og arbeiddi við umbróting og lay-out.

Hvar stendur føroysk list ídag, samanborin við lond uttan um okkum?

Føroysk myndlist er partur av heimslistini. Eins og øll norðurlendsk myndlist er hon hon serliga ávirkað av nýbrotinum í Fraklandi, ið byrjaði tíðliga í øldini. Men tann norðurlendska modernisman miðskeiðis í tjúgindu øld fekk eitt egið ekspressionistiskt andlit, sum føroysk myndlistafólk hava tikið til sín. Tað eyðkennir listafólk okkara yvirhøvur, at tey treyðugt taka eftir nýggjum rákum. Tey standa sjáldan fyri nøkrum nýbroti og hava lítlan áhuga fyri avantgarde-trendum. Minimalisma, popplist, konsept-list, land-art o.a.m. fer framvið, uttan at nakar letur við seg koma herheima. Sjálvt ikki surrealisman, ið gjørdi vart við seg um flest øll lond, kom nakrantíð rættiliga upp á land her. Vit kunnu siga, at føroysk listafólk eru konservativ av lyndi ? sum føroyingar kanska eru yvirhøvur? Men hetta nýtist ikki at vera av tí illa. Hetta er ein spurningur um hugburð, ikki um góðsku. Meðan mótar og nýggir trendar støðugt stinga seg upp og hvørva aftur, arbeiða føroysk listafólk eftir sínum høvdi. Og kanska er tað í roynd og veru tað, ið er mest áhugavert ? klára vit at vera føroyingar? Hava vit nakað at bjóða umheiminum? Vit síggja, at tá ið føroyingar sýna fram uttanlands, so hava ummælarar á orði, at føroysk myndlist hevur sítt egna sermerkta andlit, og at hon er áhugaverd, føroyska myndlistin. Vit hava í mun til fólkatalið fleiri sera góð myndlistafólk, ið fáa bestu ummæli og verða umboðað í týðandi listasøvnum. Men aðrir ummælarar hava á orði, at føroysk list fylgir ikki mótanum. Og tað hava teir rætt í.

Vit kunnu tala um ein føroyskan "skúla" upp á gott og ilt. Í hesum høvuðsstreymi eru sum vera man fleiri epigonar ? eftiraparar og eltarar, ið royna at mála sum fyrimyndirnar (eru tær nevndar, eru tær kendar) men hava ilt við at fóta sær og finna sína egnu leið. Hetta er eitt lýti, ið vit kunnu ilskast um. Og vit eiga at hava í huga tann vanda, at hesin føroyski "skúli" kann stívna í vanabundnari manierismu. Tó ? vit hava so mikið fleiri dømi um listafólk, ið eru trúgv ímóti listarinnar kalli.

Mangan verður sagt, at her er einki mentunarligt ella listarligt kjak. Hvat heldur tú? Bæði sum listamaður og rithøvundur?

Eitt mentunarligt og listarligt kjak hevði kunnað sett ljós á tað, eg júst nevndi, um at gloyma listarinnar sanna mál og mið, og í staðin reka við høvuðsstreyminum og mála leskilig litføgur verk, ið konur við violettum hári keypa at heingja á bróstið í góðustovu, tí litirnir standa so væl til sofuna. Tíverri hava okkara fjølmiðlar ikki orku til at seta í starv ella samsýna rættiligar ummælarar og listafrøðingar, ið kundu hildið einum kritikki í gongd. Hetta er kanska skiljandi í okkara smáu viðurskiftum, tað veit eg ikki. Men spell er tað, tí ilt er at vera kritikk fyri uttan. Nú er tað so, at flestu listafólk okkara sýna fram í øðrum londum, har kunnu tey verða vigað, og avrik teirra verða mangan ummæld uttanlands. Tað hevur stóran týdning, men spell er, at listafólk mega leita av landinum til tess at fáa aftirsvar - respons.

Tosað hevur verið um ein listaskúla. Eiga vit at útbúgva okkara listafólk herheima, ella er tað júst ein vinningur, at koma burtur í onnur lond?

Í kvøldskúlanum í Havn er góð undirvísing í løtuni í grafikki. Ein føroyskur listaskúli átti at verið á byrjanarstigi og miðstigi, ið kundi fyrireikað næmingar til hægri akademiútbúgving og lagt teimum lag á ymiska tøkni, eisini nýggja IT-tøkni. Men annars haldi eg ? og fleiri við mær, hugsi eg ? at tað er gott og gagnligt, at okkara ungu listafólk koma burtur og taka til sín so nógv sum møguligt av tí, ið rørist í heimslistini.

Danskir ummælarar hava onkuntíð sammet virðislønta Ingálv av Reyni og Per Kirkeby. Hvat heldur tú um tað?

Danskir ummælarar yvirhøvur seta Ingálv av Reyni sera høgt. Ingálvur hevur fingið størstu listarligu heiðursmerki, ið fáast kunnu í Danmark, og hann verður taldur ímillum fremstu listafólk í ríkinum. Og mánakvøldið fekk hann eisini Mentanarvirðisløn Landsins handaða frá landsstýrismanninum í mentamálum. Ein stór løta. Eg hugsi tað var ummælarin á Jyllands-Posten, Bent Irve, ið skrivaði, at tað var heilt burturvið at gera so nógv burtur úr Kirkeby, tí Ingálvur var nógv størri listamaður. Men annars haldi eg ikki, at tað ber til at tosa um list, sum var tað fótbóltur. Í listini eiga vit at halda okkum burtur frá gull-silvur-bronsu hugsanini.

Henda nýggja listabókin er ódnartak, eisini fíggjarliga. Hvussu er bókin fíggjað?

Tað var ikki bara at siga tað, at hugsa um eina listabók, tí tað er sera kostnaðarmikið at geva út eitt slíkt verk við mongum litmyndum. At geva myndlistasøgu út uttan myndir gevur onga meining. Men so var eg so heppin, at eitt danskt bókaforlag Atlantia segði seg vilja geva út eina bók um føroyska myndlist og bað meg skriva hana. Og eg var sum vera man til reiðar. Forlagið Sprotin var áhugað í at standa fyri einari føroyskari útgávu, og tí kemur hon eisini á føroyskum. Nakað av stuðuli fekst frá grunnum og fyritøkum. Eg eri sera takksamur fyri, at hetta kundi fáast í lag.

Um eg spyrji teg persónliga, hvør er so tín bakgrund at skriva tílíka bók?

Mín bakgrund fyri at skriva bókina er, at eg havi havt áhuga fyri myndlist síðan eg var smádrongur. Eg havi lisið ein hóp um myndlist og eisini fingið undirvísing í sambandi við útbúgving á málaraskúlanum á listaakademinum í Keypmannahavn.

Sum útbúgvin lærari, hvat heldur tú um list og skúlasamstarv? Kann nakað gerast her, ella er nóg mikið?

Í Listasavninum kenna vit tað sum ein stóran vansa, at vit ikki hava manning til at kunna hava savnsundirvísing. Skúlaflokkar vilja fegnir vitja savnið, men vit fáa ikki veitt ta tænastu, ið eitt savn eigur at gera í dag. Okkara stóra ynski er at seta ein savnslærara, ið kann taka ímóti skúlaflokkum og seta skúlavitjanir inn í undirvísingarsamanhang. Tað er okkara ynski. Ein savnslærari.

Takk fyri prátið og góða eydnu við bókin og virkseminum í Listaskálanum framyvir.

Bárður Jákupsson f. 1943 er útbúgvin lærari úr Hjørring 1969 og hevur gingið á Kunstakademiets Malerskole í Keypmannahavn 1970-72. Eftir at hava verið lærari á Háskúlanum í eitt 6 ára skeið, gjørdist Bárður í 1978 leiðari fyri Listaskálanum og síðani 1989 savnsleiðari á Listasavni Føroya. Bárður hevur myndskrýtt hópin av bókum, serliga barnabøur og bøkur til skúlabrúks. Nýggja bókin "Myndlist í Føroyum" (Sprotin 2000) er triðja stóra myndlistabókin hann greiðir úr hondum. Hinar báðar eru "Mikines" á føroyskum og donskum (Bókagarður 1990) og "Tomas Arge" (Listasavn Føroya 1998). Bárður fekk í 1991 bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens og sama árið Arbejdslegat frá Statens Kunstfond. Bárður Jákupsson er eisini frásøgumaður, nú Sjónvarp Føroya er farið undir at lýsa føroysku myndlistasøguna.