Jústinus Leivsson Eidesgaard
Alt byrjaði fyri 30 árum síðan, tá Ingálvur av Reyni fór undir at mála abstrakta list. Okkun dáma so væl at skipa alt innan fyri karmar og fyrsti veruligi abstrakti málningurin hjá Ingálvi av Reyni sá dagsins ljós í 1970 og síðan tá hevur listamaðurin flutt seg fram á nýggjum leiðum sum slóðbrótari innan grálítirnar og sum ein av okkara rithøvundum tekur til: "Í gráum eru allir litir"
Tó ein listamann ber illa til at seta inn í ein tíðarkarm, tí tað heila byrjaði, tá listamaðurin fyrstu ferð fekk ein blýant í hondina, ja enn tá fyrr, tá barnið hevði okkurt evni undir hondum, sum kundi evnast til eina mynd. runu, sand, dust á gólvinum, ella døgg á rútinum, ja enntá margarini í margarinskálinu ella greytin, sum av óvart kom niður á borðið.
Í 1970 var Ingálvur 49 ára gamal, hann hevði drúgva listarliga útbúgving og hevði málað og teknað eina ørgrynni á verkum. Hann var ikki nøgdur og fór at leita víðari. mánakvøldið sat hann sum 79 ára gamal í Norðurlandahúsinum og tók í móti størsta heiðurin Føroyar hava at bjóða einum listarmanni og hann leitar framvegis. Kundi hent, at meðan hann sat og lurtaði eftir talunum, sum vóru hildnar honum til heiðurs, so reikaðu tankarnir aftur til ólidna málningin, sum enn stendur vátur í atelierinum á Lützenstrøð. Ella øll hesi fólkini góvu honum nýggjan íblástur til nýggjar listarligar leiðir, har málið er ikki at koma á mál, men at nærkast teim ævigu virðunum
Stórsligið tiltak
Tiltakið í Norðurlandahúsinum var stórsligið og tú sat eftir við kensluni, tá tiltakið var endað, at lívið í løtum er deiligt at liva.
Bárður Jákupsson listamaður helt røðu fyri Ingálvi og hóast hann legði dent á, at málningalist er ikki orð, so so dugir Bárður væl í orðum at greiða frá tí fjalda í málningum.
?Tað kemur ikki Ingálvi til hugs at leggja seg afturá og njóta heiðurin fyri framd avrik. Hann kennir seg støðugt vera á leiðini, stutt frá eini byrjan, ongantíð komnan á mál, segði Bárður Jákupsson.
- Halda vit hond yvir lut Ingálvs, kunnu vit spyrja: Hvussu heðvi okkara føroyska myndlist sæð út, hvødu vit ikki havt ingálv av Reyni?
-Spurningurin kann ikki svarast beinleiðis. Men eg ivist onga løtu í, at myndin í síni heild hevði verið munandi ørvísi. Tí Ingálvur hevur øll hesi árini veri fyrimyndin, segði Bárður Jákupsson.
Við Gamaliens føtur
Landsstýrsmaðurin í mentamálum, Tórbjørn Jacobsen handaði Ingálvi heiðurslønina, sum er upp á 150.000 krónur. Hann greiddi frá, at tá nevndin hevði gjørt av, at Ingálvur skuldi hava Mentunnarheiðirsløn Landsins, so vildi hann ikki, at Ingálvur skuldi hava boðini at vita gjøgnum telefon. Hann vildi geva honum boðini sjálvur og Tórbjørn greiddi frá hvussu tað kendist, tá hann sat inni hjá Ingálvi í heimi hansara á Lützenstrøð.
-Tað kennist sum at sita við Gamaliels føtur. Hin stóri listamálarin av Ingutrø_ er í totalari balansu, eisini tá ið landsstýrismaðurin sigur honum, at hann er ikki ørindaleysur hetta heystarkvøldið Fyri føroysku tjóðina og fólkið hevur hann valt at fylgja professionellu tilráðingini um at lata Ingálvi mentanarvirðisløn landsins fyri hetta árið, segði Tórbjørn Jacobsen
-Valdi at bera tygum boðini á hendan hátt, fyri at tygum ikki skuldi gerast skelkaður av boðunum komu tey óvart á, ígjøgnum fjølmiðlarnar." Tað gongur ein lítil løta. Maðurin, sum er komin til kempualdur, heldur um høvdið. Og so letur í honum: "Eg eri skelkaður, og helst eri eg ikki verdur nakra viðurkenning." Fantastiskt at tosa við ein so lítillátnan mann, sum hevur lagt allan sín mátt í sín egna áhuga, í áhaldandi menning forfylgdi hann dreymunum, kosta hvat tað kosta vildi. Eftir at hava prátað eina góða løtu um leyst og fast, letur knappliga úr honum: "Kanska skuldi eg heldur havt valt sangin sum yrkisleið í sínari tíð, men nú gerst so einki við tað, tað er so lítið eftiri av røddini, segði Tórbjørn Jacobsen.