Listin út at spæla við hini

Trý føroysk listafólk fara nú at kanna, hvat hendir, tá tey í nakrar dagar gera sína list til part av býarlagnum og øvugt


Víst skal listin sleppa at hava nokk í sær sjálvum. Men fyri tað kann tað vera spennandi at vita, hvat hendir, tá listin fer út úr síni listaklokku at spæla við hini.

Hetta hava listafólkini Hansina Iversen, Hanni Bjartalíð og Anker Mortensen sett sær fyri at royna á framsýningini »Býarløg - ein framsýning í tíð og rúmi«, sum letur upp Mentanarnáttina 5.juni. Í 14 dagar fara listfólkini at lata síni verk knýta seg at múrgyrda rúminum í Müllers Pakkhúsi og býnum uttanfyri gluggarnar fyri at kanna, hvat tað merkir at vera á einum ávísum stað í einum ávísum rúmi til eina ávísa tíð. 



Út um seg sjálvi

Ofta verður sagt, at myndlist er púra leys frá sosiala og politiska veruleikanum. Listin er tann ideella miðjan, har tað andborna er tættast við hondina, skynsemið við kensluna, kroppurin við sálina, natúran við andan, tað óendaliga við tað endaliga og tað einstaka við felagsskapin. Listin hevur snøgt sagt nokk við seg sjálva.

Soleiðis er eisini við verkunum hjá Anker Mortensen, Hansinu Iversen og Hanna Bjartalíð. Hvørt í sínum lagi ringja verkini hjá hesum trimum listafólkum seg saman um seg sjálvi – leggja seg bert eftir tí reint listarliga og at fáa til vega sína egnu eind. Men á framsýningini “Býarløg – ein framsýning í tíð og rúmi” eru verkini eisini til staðar í mun til hvørt annað, eins og tey lata seg upp fyri rúminum, tíðini, býnum og lívinum.

Við hvør sínum listarliga sjónarhorni og arbeiðshátti skulu tey trý listafólkini finna ein felags hátt at liva undir í framsýningarhølinum í Mullers Pakkhúsi. Eini vøkur, men eisini avbjóðandi høli, sum geva listaverkunum gott viðrák og hart mótspæl. Tjúkku og tungu grótveggirnir í pakkhúsinum bera boð um nakað verandi, men verkini hjá Anker, Hansinu og Hanna búgva bara í rúminum eitt stutt bil. Tað er nevnliga ikki tað, at verkini eru til staðar í rúminum, men broytingin, inntrivið, burturbeiningin og órógvið, sum skal lova verkunum at skapa óendaliga nógv intensiv spenningsøki við hvørt annað. 



Áðrenn tey fara víðari

Hesin mátin at flætta seg saman við einum rúmi, ger tað samstundis gjørligt at venda upp og niður á tað verandi, skipa tað vanliga av nýggjum og hyggja við nýggjum eygum eftir tí vælkenda.

Sum áskoðari kunnu vit taka lut í, vísa frá okkum ella bara staðfesta teir nýggju samanhangir, sum verkini skapa einsamøll ella saman, og sum dvølja í rúminum eina tíð, áðrenn verkini leggja leiðina til onnur framsýningarrúm, til onnur skap og onnur høpi.

Framsýningin »Býarløg - ein framsýning í tíð og rúmi« letur upp 5. juni klokkan19.00 og er opin hvønn dag millum klokkan 14.00 og 17.00 til og við 19. juni.