Litavi til H71

Karolis Dainys er í hesum døgum til royndarvenjingar hjá H71. Tað skrivar heimasíðan hjá Kringvarpinum.

Hondbóltur

Kári Nielsen, venjari, sigur við heimasíðuna, at 21 ára gamli Dainys, sum er ættaður úr Litava, væntandi verður knýttur at hópinum í nærmastu framtíð.
- Hann er stórur og sterkur og skal fyrst og fremst styrkja um verjuna hjá okkum, sum hevur verið svikalig í seinastuni. Harnæst fer hann vónandi at geva okkum fleiri streingir at spæla á, tá vit fara í álop. Higartil hevur ov nógv hingið á ávísum leikarum, sigur Kári Nielsen, venjari hjá H71, við kringvarp.fo.
Verandi føroyameistararnir eru í løtuni á fjórða plássinum - eitt stig frá finaluplássi.