Litava fyrireikar seg til russisk álop

- Vit hoyra tyrlur og stríðsvognar sum skjóta. Um Ukraina fellur, hava vit ein stóran trupulleika, tí tá kunnu russar leypa á okkum bæði úr Kaliningrad og Hvítarusslandi, sigur litaviskur hernaðarlækni.

Í oktober kunngjørdi Hvítarussland, at landið hevur styrkt samstarvið við Russland við tað, at londini hava skipað eina felags marknaðverju móti markinum til Ukraina.

 

Tað hevur órógvað, at fleiri túsund russiskir hermenn eru við markið til Ukraina, og stúrt verður fyri, at Litava kann gerast næsta málið hjá Russlandi, um tað fer at eydnast Vladimir Putin at vinna kríggið móti Ukraina.

 

Óttin er, at um russiski forsetin ger av at víðkað kríggið, verða russiskar herdeildir í báðum endum av sonevnda Suwalki-geiranum.

 

Tá kann tað gerast lætt hjá russiska herinum at trýsta Litava, bæði úr eystri og vestri samstundis, og soleiðis kunnu Litava, Lettland og Estland gerast avbyrgd frá restini av Nato. 

 

- Litava fyrireikar seg tískil til eitt russiskt álop, veit tíðindamiðilin, Sky News, at siga í morgun. 

 

Suwalki-geirin, sum  er ein 65 kilometra smalur geiri millum Litava í norði og Pólland í suðri, skilir baltisku Nato-londini í norði frá øðrum Nato-londum í suðri.

 

Her liggur Hvítarussland í eystri og tungt vápnaða russiska landoyggin, Kaliningrad, í vestri.

 

Ein fyrrverandi hernaðarlækni í Litavia, Vilius Kociubaitis, sigur við Sky News, at mong í Litava eru ótrygg um støðuna.

 

- Vit hoyra tyrlur og stríðsvognar sum skjóta. Um Ukraina fellur, hava vit ein stóran trupulleika, tí russar tá kunnu leypa á okkum bæði úr Kaliningrad og Hvítarusslandi, sigur hernaðarlæknin.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at Litava er limur í verjusamgonguni, Nato.