Tey komu til landið fyrst í vikuni og hava longu havt fleiri konsertir, men enn er møguleiki at hoyra tey framføra. Seint fríggjakvøldið spæla tey í Manhattan í Havn, og leygarkvøldið 9. juni kl. 20.00 verða tey at hoyra umborð á sluppini Høganesi í Runavík. Sunnukvøldið spæla tey í Café Natúr í Havn.
Á skránni eru litaviskir fólkasangir og instrumental løg, spæld við fiól og ymiskum siðbundnum litaviskum ljóðførum.
Algirdas og Jurate hava áður verið at hoyrt í Føroyum. Í 1997 vóru tey við í einum størri ferðalag við listarfólkum úr baltisku londunum í sambandi við Baltisku vikuna, ið Norðurlandahúsið skipaði fyri tað árið.
Føroya Fólkatónleikarafelag, Norðurlandahúsið í Føroyum og Nordisk Informationskontor í Vilnius skipa fyri og stuðla ferðini hjá Algirdas og Juratu Klova til Føroya nú í summar.