Litaviskir dómarar til fyrsta endaspælsdystin hjá føroyska kvinnulandsliðnum

Í morgin ferðast føroysku hondbóltskvinnurnar til Sveis

Fríggjadagin klokkan 17 verður føroysk hondbólts- og ítróttarsøga skrivað í Sankt Jakobshøllini í Basel í Sveis.

 

Tað spælir føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti fyrsta endaspælsdystin nakrantíð. Dysturin verður móti vertstjóðini, Sveis.

 

Føroyski hópurin ferðast til Sveis í morgin, og millum 400 og 500 føroyskir fjepparar fara at leggja leiðina til Basel.

 

Tá verður eitt litaviskt dómarapar, ið fer at døma hendan søguliga dystin hjá føroysku hondbóltskvinnunum.

 

Tomas Barysas og Povilas Petrusis eita dómararnir, og so er at vóna, at teir ikki lata seg ávirka ov nógv av stóru sveisisku heimafjøldini.