Fríggjadagin kl. 16 letur bryggjaríið Biskupskelda upp nýtt sølustað í Vági.
Nýggja sølustaðið er í húsunum hjá Biskupskeldu á Vágsvegi 107B , vestasta húsið av søguligu bygningunum á Gørðunum. húsið kallaðist fyrr Trolloftið.
Fyri stuttum keypti Biskupskelda húsini, ið kravdu ábøtur, og síðani hevur verið arbeitt við at seta tey í stand. Komið er nú so langt, at latið verður upp.
Fríggjadagin er opið frá kl. 16 til kl. 18, boðar Biskupskelda frá í tíðindaskrivi.