Eitt lítið flogfar neyðlendi í dag sunnan fyri Ringsted í Danmark.
Tvey fólk – ein maður og ein kvinna – vóru við flogfarinum. Tey eru eftir øllum at døma sloppin við smásnuddum
Tað skrivar Midt- og Vestsjællands Politi á Twitter.
Løgreglan upplýsir, at parið nú skal kannast nærri á sjúkrahúsi.
Talan er um eitt par úr týsklandi, sum hevur flogið í einum amerikanskt skrásettum flogfari, skrivar løgreglan. Tað verður einki sagt um, hvat endamálið var við túrinum.
Myndir av staðnum vísa, at flogfarið liggur á takinum á eini mark. Løgreglan, bjargingarfólk og sjúkrabilar eru á staðnum.
Havaríkommisjónin skal nú kanna orsøkina til óhappið, skrivar løgreglan.
/ritzau/