Lítið frættist um útróður

Teir fyrstu dagarnar í vikuni, sum kemur, verður streymurin harður, men hann batnar, sum vikan gongur.

Lítið frættist um útróður kring landið, og hóast kunngerðin um, at vinnuligir útróðrarbátar nú aftur kunnu seta línuna í land, er lítið at frætta um, hvørja ávirkan tað hevur. 

 

Tað hevur eisini verið lítið at hoyrt um, hvørja ávirkan tað hevur havt á smáfiskin, at forboð hevur verið fyri at sett línu - í vinnuligum útróðri - nær landi í tvey ár.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at streymurin verður harður í byrjanini av næstu viku, men hann batnar, sum vikan gongur.

 

- Vit vænta nakað av útróðri seinni í vikuni. Bátarnir, sum royna við línu, fáa eina blanding av toski og hýsu og nakað av hvítingi.

 

Lagt verður aftrat, at onkur bátur roynir við kalvalínu.