Lítið er komið burturúr á Norðhavinum

Høgættin roynist illa norðanfyri og menn, sum hava bíðað eftir nøkrum snelludøgum, hava lítið og einki fingið burturúr. Men, seinasta leygardag og sunnudag vóru hampilig líkindi.

 

Tað er lítið komið burtur úr hjá snellubátunum í vártíðini higartil. Høgættin hevur verið drúgv, og tað hevur ikki verið hugsingur um at loysa hjá bátunum norðanfyri.

 

Johan K. Joensen hjá Hans Egili & Synum, sum landar bátarnar á Eiði, sigur, at leygardagin og sunnudagin viðraði, og tá vóru nakrir útróðrarbátar við snellu.

 

- Men, fiskiskapurin hevur ikki roynst, sum hann onkuntíð hevur gjørt á Norðhavinum í vártíðini. Bátarnir lógu úr umleið 500 pundum og upp í eini 2000 pund.

 

Snelludagarnir á Norðavinum hava verið fáir higartil í vártíðini og bara nakrir fáir bátar, sum eru heimahoyrandi aðrastaðni, hava ligið á Eiði og bíðað eftir líkindum.

 

- Tað var tann tíð, tá nógvir útróðrarmenn leitaðu sær norður higar til snelluútróður í vártíðini, men nú hevur tað bæði viðrað illa, og ivasamt er, um nakað serligt hevði verið at fingið, um tað viðraði.

 

Johan K. Joensen vísir á, at enn er tíð til norðhavsróður við snellu, men skal hugsingur vera um at loysa bátarnar, mugu vit sleppa burtur úr høgættini.

 

- Tað hevur viðrað so mikið illa í vártíðini higartil, at flestu dagar hava menn slett ikki umhugsað at loysa. Høgættin kann ikki brúkast hjá smáum snellubátum um hesar leiðir, sigur hann.

 

Fiskurin, sum snellubátarnir hava fingið, hevur annars verið bæði stórur og góður.

 

Hevur tað viðrað illa hjá snellubátunum, hevur tað eisini viðrað illa hjá teimum, sum royna við línu. Men, við línuni hevur verið væl at fingið teir fáu dagar, sum bátarnir hava verið úti. 

 

##med2##

 

- Hjá teimum, sum royna við línu, hevur meginparturin verið hýsa. Lítið er av toski er uppi í línuveiðini, sigur Johan K. Joensen.

 

Hann leggur aftrat, at sunnudagin var Norðsøki úr Klaksvík á Eiði og landaði, og teir høvdu eini 11.000 pund. Teir, sum royna við línu, hava javnan ligið um eini 8.000-9.000 pund.

 

In.fo hevur frætt úr Sandoynni, at har hava bátar av Sandi og úr Skopun gjørt nakrar hampiligar snelludagar, og frætt er um bátar, sum hava fingið upp í eini 2400 pund á snellu.

 

- Onkur einstakur bátur roynir við línu, og teir hava fingið væl av fiski - og onkuntíð heilt nógvan fisk, verður sagt.

 

Landnyrðingurin, sum vit hava havt seinastu dagarnar, roynist betur vestanfyri enn norðanfyri og eystanfyri, og tí hava bátar í Sandoynni fingið nakrar útróðrardagar í seinastuni.

 

 

 

Johan K. Joensen hevur fylgt gongdini við útróðri á Eiði í mong ár.